Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í vikuni fer nýggja Meistaradeildin í pool av bakkastokki. Ítróttabarrin Landskrona hevur sett sær fyri at finna føroyameistarin í pool, og komandi fríggjakvøld 22. januar kl 19 verður kappingin sett í gongd.

Meistaradeildin í pool er einstaklingakapping, ið verður skipað sum 'league' - tað vil siga í bólkum eftir, hvussu nógvir luttakarar eru. Dystir verða vikuliga yvir longri tíð, og hvør luttakari kemur at kappast eftir avtalu.

STARTSKOT
Komandi fríggjakvøld 22. januar kl 19 verður bjóðað til startskotið av Meistaradeildini í Landskrona. Luttakararnir møtast, vit kunngerða reglur, trekkja lut um bólkar, og fyrsta umfar av meistaradeildini verður spæld.

TILMELDING
Tað er ókeypis at luttaka og 18 ára aldursmark. Tilmeldingarfreist er á midnátt hóskvøldið 21. januar og fer fram við at senda teldupost á meistaradeildin@landskrona.fo.

Til ber at lesa meira á landskrona.fo/meistaradeildin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo