Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Í Føroyum fagna tey sínum granskarum, sum umstillaðu fiskalaboratoriið til at kanna fólk ístaðin og harvið eru tey sloppin undan deyðsføllum. 

 

Nakað soleiðis skrivar bretski miðilin The Guardian í grein í dag um Debes Christiansen og hansara fólk á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum við eini handavending bygdu starvsstovuna, sum vanliga kannar fisk, um, so hon ístaðin kann vera við í stóra kanningararbeiðnum og fáa staðfest, hvør í Føroyum er sjúkur av korona virusinum.

 

Nevnt verður í greinini, at føroysku granskararnir longu í januar ávaraðu myndugleikarnar um, hvat kundi fara at koma, og buðu sær í sama viðfangi til at gera seg til reiðar at vera við í bardaganum ímóti sjúkuni.

 

- Tað var ikki so nógv "hokus pokus" og vit fingu eisini lættari hendur á útgerðini, vit skuldu brúka, enn sjúkrahúsini gera, sigur Debes Christiansen við The Guardian, og leggur afturat, at sonevndu myrkatølini í Føroyum neyvan eru serliga stór, tí so nógv, eini 10% av øllum føroyingum, eru longu kannað.

 

Les alla greinina her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo