Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Børn, ung og starvsfólk, uttanfyri skrivstovuna hjá Barnahjálpini í Monrovia. Í hølunum er eisini lektiustova, har børnini koma at gera skúlating aftaná skúlatíð.

Cyrus Sekou saman við leiðaranum hjá Føroysku barnahjálpini í Liberia, Florence K. Goannu.

Føroyska barnahjálpin: Tað er 22 ára gamli Cyrus Sekou úr Liberia, sum er komin so langt í sínari útbúgving, at hann hevur loyvi at arbeiða í sjúkrarøktini, hóast hann enn hevur tvey semester eftir, til hann kann kalla seg sjúkrarøktarfrøðing. Cyrus var bara 9 ára gamal, tá vit fyrstu ferð vitjaðu í Liberia í 2009.

Tað hevur verið spennandi at fylgt hesum drongi, ið frá smádrongi av hevur víst eitt serliga miðvíst ágrýtni.

Tað eru søgur sum hendan, ið gera, at arbeiðið hjá Barnahjálpini gevur meining. At síggja børn vaksa upp, fáa sær útbúgving og soleiðis kunnu lyfta seg og sína familju burtur úr fátækradømi, er allarstørsta gleðin í arbeiðinum.

Umleið 450 børn fáa stuðul
Føroyska Barnahjálpin varð stovnað í 2006 undir navninum ABC barnahjálp og í samstarvi við ABC barnahjálp í Íslandi. Í 2015 gjørdist Barnahjálpin sjálvstøðugur føroyskur felagsskapur og hevur síðani virkað undir navninum Føroyska Barnahjálpin.

Barnahjálpin stuðlar børnum á Filipsoyggjunum, India, Liberia, Nigeria, Pakistan og Senegal. Talið á børnum í stuðulsskipanini økist fyri hvørt ár. Undirtøkan at stuðla børnum persónliga er nógv økt gjøgnum árini og fáa nú umleið 450 børn í teimum seks ymisku londunum stuðul til skúlagongd gjøgnum Barnahjálpina. Í løtuni eru 66 børn í stuðulsskipanini, sum mangla stuðul. Barnahjálpin byrjaði í 2008 at stuðla børnum, fyrst í Liberia og Senegal. Fleiri av hesum børnum eru nú vaksin.

Menningarhjálp
Seinastu árini hevur Føroyska barnahjálpin sent umleið 1,5 milliónir krónur tilsamans til tey seks menningarlondini, sum felagsskapurin virkar í. Føroyska barnahjálpin leggur dent á gjøgnumskygni, og eru ársroksnkapirnir at finna á heimasíðuni.

Vit eru sera takksom fyri. allan stuðul ígjøgnum hesi mongu ár. Uttan stuðulin frá stuðulsforeldrum og ørðum, hevði arbeiðið ikki verið møguligt.

Meira fæst at vita á um Føroysku barnahjálpina á www.barnahjalp.fo.

Cyrus Sekou saman við leiðaranum hjá Føroysku barnahjálpini í Liberia, Florence K. Goannu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo