Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska dart-landsliðið setti í morgun kósina móti Svøríki, har norðurlandameistara-kappingin í dart verður hildin hesa vikuna. Nordic-cup, sum kappingin vanliga verður nevnd, er á skránni annaðhvørt ár. Hetta er fyrstu ferð síðan mitt í 90'unum, at føroyska landsliðið tekur lut í kappingini.
Kappingin í ár er í Malmø og dystir eru á skránni hósdagin, fríggjadagin og leygardagin. Spælt verður bæði í einmansleiki, tvímansleiki, umframt liðdystirnar, har 4 leikarar eru á hvørjum liði. Í ferðalagnum eru tvey lið hjá monnum og eitt lið hjá kvinnum umframt ferðaleiðarar.

Tá hetta vikuskiftið er farið afturum, skulu vit hava funnið norðurlendskar meistarar bæði í einmansleiki, tvímansleiki, liðkapping og ein samlaðan vinnara fyri alla kappingina. Trupult er at meta um møguleikarnar hjá okkara leikarum, tí so fáar altjóða kappingar hava verið seinastu tvey árini. Tó kenna vit støðið á svenska landsliðnum og einum parti av danska liðnum, av tí at hesi tóku lut í Tórshavn Open fyrr í vár. Har vunnu sviar allar kappingarnar, bæði hjá kvinnum og monnum, so vit vita, at svenska landsliðið er sterkt.

Hjá okkum er Nordic cup fyrst og fremst ein nýggj byrjan uppá landsliðsarbeiðið hjá Dartsambandinum, eftir at vit hava fingið limaskap í ÍSF og World Dart Federation. Tí hóast tað longu eru gingin nøkur ár, síðan hesir limaskapirnir komu uppá pláss, so hevur Corona seinastu tvey árini forða fyri nærum øllum altjóða virksemi.

So tað er við spenningi, at vit leggja til brots hósmorgunin við dystunum í tvímansleiki. Úrslit frá kappingin koma eftir ætlan út á facebook-síðuna hjá Dartsambandinum og á heimasíðuna hjá svenska dartsambandinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo