Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: EGS-skuldin hjá Føroyum liggur undir tey 60%, sum er avtalaða hámarkið fyri Evrulondini.

EGS-skuld verður nýtt sum eitt lyklatal, tá samanberingar verða gjørdar um almenna skuld í ymsum londum, eisini hjá londum sum ikki eru limir í ES.

EGS-skuldin hjá Føroyum liggur á sama støðið sum hjá hinum Norðanlondunum, men er væl lægri, enn hjá stóru evropeisku londunum.

EGS stendur fyri Evropeiska Gjaldoyrasamstarvið (á donskum ØMU). EGS-skuld er ein ávísur máti at rokna bruttoskuld, sum ger tað møguligt at samanbera skuldarstøðið hjá ymsum londum. Talan er soleiðis um ein felags uppgerðarhátt.

EGS-leisturin verður nú oftani nýttur sum eitt lyklatal, tá samanberingar verða gjørdar um almenna skuld í ymsum londum, eisini hjá londum sum ikki eru limir í ES.

EGS-skuldin hjá Føroyum er um 44% av BTÚ við ársenda 2020, samanborið við 35% við ársenda 2019.

Orsøkin til vøksturin er, at landskassin hevur økt lántøkuna við 1,6 mia. kr. í 2020 í sambandi við Covid-19.

Mynd 1 niðanfyri vísur, at EGS-skuldin hjá Føroyum liggur undir tey 60%, sum er avtalaða hámarkið fyri Evrulondini.

Myndin vísur eisini, at Føroyar í EGS-skuld liggur á sama støðið sum hini Norðanlondini, men hevur væl minni EGS-skuld enn stóru evropeisku londini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo