Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroysku flogbóltskvinnurnar eru í hesum døgum til 4-landa-kapping í Íslandi fyri evropeiskar smátjóðir, og í gjárkvøldið vunnu Føroyar 3-0 á Írlandi og liggja fyribils á odda í kappingini – javnar í stigum við Skotland, sum tó hevur verri settmun eftir 3-1 sigurin á Íslandi í gjár.

Føroyska liðið er sera ungt, og bara tríggir av leikarunum hava spælt á a-landsliðnum fyrr.

Vantandi royndirnar merktu eisini avrikið í fyrsta setti ímóti Írlandi, men tó vunnu Føroyar trygt 25-19.

Annað sett var sum eitt kopi av tí fyrsta, har Írland er um at taka Føroyar aftur og kemur upp á 14-16, júst sum í undanfarna settinum, men við hepnari útskifting kom spælið í rættlag aftur, og Føroyar vunnu aftur 25-19.

Í triðja setti bardi Írland seg heilt upp á 23-24, men so tekur venjarin Lars Engell time-out, greiðir hjálparvenjarin Kristian Mikkelsen frá. “Avtalan er, at um móttøkan er góð, so skal Anna Arnholdsdóttir avgera dystin við einum miðsmassji. Jóhanna ger eina perfekta móttøku, og Anna bumbar bóltin í gólvið, og vit vinna settið 25-23 og dystin3-0”, segði hjálparvenjarin og rósti annars serliga servumóttøkuni:

“Eg haldi ikki at vit nakrantíð fyrr hava sæð eitt føroyskt lið havt so góðar móttøkur. Vit gjørdu ongan servi-mótøkufeil, og tað er neyvan hent fyrr. Og harafturat vóru tær allar flestu móttøkurnar góðar”, segði ein væl nøgdur Kristian Mikkelsen.

Føroyar spæla ímóti Skotlandi kl. 18 í dag. Dysturin sæst á youtube-rásini hjá Íslendska Flogbóltssambandinum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo