Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin verður ættin útsynningur, hann veksur sum frálíður vindin upp í skrið ella storm í hvirlunum, hitin 7-9 stig og um kvøldið fer at regna.

Týsdagin regnar allan dagin, hann fer frá útsynningi upp í vestan, strúkur í vindi ella hvassur vindur, hitin 6-9 stig.

Mikudagin høgur vestan, sum frálíður heldur minni vindur, regn fyrrapartin, hitin um 5 stig.

Hósdagin verður lítil vindur, høgætt, turt fyri tað mesta og hitin 3-6 stig.

Fríggjadagin brennir hann á aftur av lágum vestri, strúkur í vindi upp í skrið, ælaveður og nakað lýggjari, 7-9 stig.

Næsta vikuskifti verður hann beinur norðan, mesti vindurin leygardagin, hitin 5-6 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo