Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Heilsufrøðiliga starvsstovan: Í døgunum frá 13. til 29. januar 2021 framdi ES-eftirlitsmyndugleikin eina skoðan av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Hetta fyri at eftirkanna, um Heilsufrøðiliga starvsstovan (HFS) sum skikkaður myndugleiki livir upp til veterineravtaluna við ES um fisk og fiskavørur.

Vegna coronastøðuna varð øll skoðanin fyri fyrstu ferð framd yvir netið, við videofundum, t-postsamskifti o.t. Skoðanin gekk sum heild væl, hóast onkrar tekniskar byrjunartrupulleikar.

Frágreiðingin er komin. Niðurstøðan, at HFS sum heild lýkur treytirnar í veterineravtaluni. Eins og altíð, tá skoðanir eru, verður í frágreiðingini víst á nøkur frávik. HFS hevur 25 dagar at svara frágreiðingini, hvussu frávikini verða rættað.

ES-eftirlitsmyndugleikin vísir í frágreiðingini á 5 høvuðsfrávik, ið Heilsufrøðiliga starvsstovan skal taka upp til viðgerðar og fáa í rættlag.

Frávikini eru til Heilsufrøðiligu starvsstovuna sum skikkaður myndugleiki, hvussu eftirlitið verður skipað, títtleikan av eftirlitsvitjanum, hvussu innanhýsis mannagongdir verða fylgdar, og hvussu staðfest frávik verða fingin í rættlag á virkjum og skipum. Somuleiðis skulu kanningar setast í verk av royktari fiskavøru.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo