Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroyski búskapurin hevur seinasta árið verið nógv merktur av koronu, og hetta fer eisini at merkja búskapin í 2021. Búskaparráðið metir, at samlaði búskapurin veksur við 4,6% í 2021, og afturgongdin var -4,8% í 2020 í leypandi prísum.

Innanlands eftirspurningurin og samlaða keypiorkan í Føroyum vuksu í 2020. Lítil tørvur hevur verið á almennum hjálparpakkum, og arbeiðið við at avmarka smittuna við landamarkið, hevur saman við øðrum viðurskiftum gjørt, at føroyingar ikki hava broytt atburð. Lítið bendir á at samlaða nýtslan hjá húsarhaldunum er lækkað, men keypið í Føroyum er økt, meðan keypið í útlondum í samband við ferðing, er minkað.

2021 verður tí lýst við orðinum normalisering, har útflutningsvinnurnar so líðandi væntast at sleppa inn á útlendsku marknaðirnar, samstundis sum útlendsk ferðafólk aftur sleppa til Føroya. Vit koma tó helst inn í 2022, áðrenn hetta hevur lagað seg heilt.

Hinvegin bendir á, at virksemið í byggivinnuni er minkað. Ferðin hevur verið óvanliga stór í byggivinnuni seinastu árini, við fleiri stórum verkætlanum í senn, men nú tykist koronufarsóttin í ávísan mun at elva til óvissu, ið ger, at bíðað verður við ætlaðum byggiverkætlanum. Tí eigur tað almenna at fylgja eina støðugari rakstrar- og íløguætlan. Tað mótvirkar eini niðurgongd, at landið hevur eitt mett hall á 312 mió. kr. í 2020 og á 235 mió. Kr. í 2021 (RLÚ).  
Í ferðavinnuni er vandi fyri at fyritøkur kunnu fara á húsagang, missa tær eitt summar afturat. Búskaparráðið mælir tí landsstýrinum til, at fyrireika ein hjálparpakka til ferðavinnuna, um ikki verður latið upp fyri ferðafólki í summar. Somuleiðis fer tað at skala summar útflutningsvinnur, eitt nú feskfiskaflotan, um støðan úti í heimi ikki batnar í ár.

Metingin av vøkstrinum í BTÚ fyri árið 2021 byggir á bjartskygni hjá pørtum av útflutningsvinnuni, ið hava vónir um - sum frá líður – at fáa ferð aftur á søluna av fiski til útheimin í ár, so hvørt sum koppsetingin vinnur fram og latið verður upp kring heimin. Væntað verður, at meira laksur verður útfluttur, og at laksaprísurin fer at hækka, so hvørt sum eftirspurningurin frá útlendsku matstovunum eftir heilum laksi økist. Fyri flestu fiskasløgini væntast, at bæði nøgd og prísir fara at laga seg, meðan óvissa um Brexit kann trýsta makrelprísin niðureftir í 2021. Meðan virðið á vøruútflutninginum minkaði við 12% í 2020 sammett við árið fyri, væntast virðið á vøruútflutninginum at vaksa í 2021 við 5-10% sammett við í fjør.

Búskaparráðið mælir til:

⦁    At hildið verður fram við støðugum fíggjarpolitikki. Tørvur er ikki á at hækka ella lækka almenna raksturin og íløgurnar. Tørvur er á eini støðugari langtíðar íløgu- og rakstrarætlan.

⦁    At hjálparpakki verður veittur ferðavinnuni, so vinnan og vitanin í ferðavinnuni ikki fer fyri skeyti.

⦁    At størri upphædd verður kravd fyri brúksrættin til tilfeingið í fiski- og alivinnuni.

⦁    At farið verður undir tillagingar av inntøkum og útreiðslum hjá tí almenna, tá ræður um tørvin á vælferðartænastum í framtíðini vegna demografisku broytingarnar.

Sí Várfrágreiðingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo