Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Føroyski serfrøðingurin í rúmdartøkni, David Arge Klevang Pedersen frá DTU Space, hevur av álvara verið í miðdeplinum í alheims miðlum, síðani NASA setti Perseverance Rover á Mars. Og nú kemur hann á Fróðskaparsetrið at halda fyrilestur. 

Saman við Føroya Tele skipar Fróðskaparsetrið fyri almennum tiltaki um rúmdartøkni tann 7. apríl klokkan 16 í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn.

Tá fer David Arge Klevang Pedersen at halda fyrilestur um sítt slóðbrótandi arbeiði undir heitinum, "PIXL onboard Perseverance - Searching for past life on Mars".

Hann fer at røða um PIXL-myndatólið, sum filmar á Mars, og sum hann stóð fyri at menna og er við til at stýra av jørðini.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo