Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eg havi í dag sett Joy Mogensen, kirkjumálaráðharra, henda spurning:

Hvad er ministerens holdning til, at færøsk i det hidtil oplyste ikke er undtaget i "Lov om prædikener på andre sprog end dansk" fra regeringens lovprogram, som har til hensigt "at skabe større åbenhed om religiøse forkynderes prædikener i Danmark"?

Grundgevingin er, at stjórnin hevur fráboðað, at hon fer at leggja fram eitt uppskot um, at prædikur, sum verða hildnar á øðrum máli enn donskum, skulu umsetast til danskt. Endamálið er at herða eftirlitið við teimum muslimsku imamum, sum í ávísum førum beinleiðis ella óbeinleiðis hava eggjað til yvirgang. At nakar føroyskur prestur ella prædikumaður skuldi funnið uppá slíkt er óhugsandi, og eg vænti eisini, at føroyskt verður undantikið hesi reglu. Men í tí, sum hugartil er langt fram, er tær talur og prædikur, sum verða hildnar í teimum ikki so fáu føroysku kirkjunum og samkomunum í Danmark, ikki undantiknar. Hetta hevur skapt iva og gitingar bæði í Danmark og Føroyum. Tí verður spurningurin settur.

Eg eri rættiliga ivasamur um hetta fráboðaða lógaruppskot sum heild, tí tað kann tykjast sum eitt ódámligt inntriv í talu- og trúarfrælsið. Men eg skilji eisini ta truplu støðu, sum danskir myndugleikar standa í. Tí hóast allar flestu imamar ikki siga slíkt, so hava kortini verið dømi um víðgongdar, fundamentalistiskar imamar, ið hava radikaliserað ung fólk á ein vandamiklan hátt. Tí virði eg rættin hjá myndugleikunum at taka hetta stig.

Men Javnaðarflokkurin kann ikki á nakran hátt góðtaka, at tað virksemi, sum fer fram á føroyskum í til dømis Hans Egede Kirke og Kristnastovu í Keypmannahavn, í Malta í Hirtshals og manga aðrastaðni, skal koma undir hesa skipan.

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo