Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Felagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum fílist á, at Sjúkrahúsverkið umvegis vikarstovuna Powercare lokkar útlendingar at koma til Føroya at arbeiða fyri betri treytir enn tær, sum eru galdandi fyri limirnar hjá felagnum. Treytin er tó, at hesi fólk ikki hava fastan bústað í Føroyum.

- Fleiri føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hava spurt seg fyri hjá Powercare um møguleikan at átaka sær hesi størv, men Powercare avvísir uttan at himprast sjúkrarøktarfrøðingar, sum kundu hugsað sær at søkt summarfrítíðarstørvini gjøgnum Powercare, tí teir eru búsitandi í Føroyum.

Her er ikki bara talan um sjúkrarøktarfrøðingar sum frammanundan er í starvi á Landssjúkrarhúsinum, men man má als ikki vera búsitandi í Føroyum.

Felagið er kunnað um, at hesi krøv koma frá føroyska Sjúkrahúsverkinum

Undrunarvert er, at Sjúkrahúsverkið setur hesar treytir til Powercare.  Man vil heldur lata fremmandum sjúkrarøktarfrøðingum við aðrari mentan og øðrum tungumáli hesi frítíðarstørv, og sum sostatt gerast væl dýrari fyri Sjúkrahúsverk Føroya, skrivar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar millum annað á heimasíðuni.

Við Kvf segði Margit Stórá, varastjóri í gjár, at tað er sera trupult at fáa vaktirnar mannaðar, og allir møguleikar í Føroyum eru troyttir. 

- Vit hava ein sáttmála at løna fólkinum eftir, og vit hava ikki heimild at løna øðrvísi, uttan so at talan er vikarstørv. Um vit taka starvsfólk umvegis eina vikarstovu, fara tey í karantenu, og kunnu tá bert arbeiða á tann hátt, segði Margit í Garði millum annað.

- Tað er óheppið, at fólk gera sama arbeiði fyri ymiska løn (...) tað er óheppið, at vit soleiðis verða pressað, og skattapengarnir fara av landinum, segði hon millum annað og vísti á, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum áttu at tikið spurningin upp til næstu lønarsamráðingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo