Lat hann, sum vil broyta heimin, fyrst broyta seg sjálvan
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú fer Grønland at umsita sítt egna loftrúm. Naviair grundgevur við at hetta kann merkja fleiri skattainntøkur og meira know-how í Grønlandi.

Útlit eru til at fáa 100 nýggj arbeiðspláss, og ætlanin er at yvirtaka málsøkið í 2031.

Hetta er júst tað sum vit hava grundgivið við í lógaruppskotinum hjá Framsókn um at yvirtaka loftrúmi í Føroyum.

Framsókn uppskot fram um hetta fyri fyrstu fer í 2011.

Men ongin samgonga er komin á mál við hesum síðani. Longri vit bíða við at byrja processina, longri tíð tekur tað at koma á mál.

Hetta týdningarmikla mál tí takast upp aftur sum skjótast. Sjálvandi skulu vit yvirtaka og umsita okkara egna loftrúm.

Tað fer at merkja meira virksemi, fleiri skattainntøkur, fleiri vitanarstørv og størri know-how. Tað hevði eisini verið at tikið ábyrgd.

Men tað er ein lang process, so byrjast má beinavegin.

Allir flokkar siga seg í prinsippinum taka undir við tí, so tað er bara at fara í gongd.

Bjarni K. Petersen
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo