40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein nýggj sending við koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech kom við flogfarinum mikukvøldið, og í gjár varð koppsetingin tikin uppaftur.

Tilsamans 760 koppsetingar vórðu gjørdar í gjár. Tað er met. 638 fólk fingu fyrra prikið og 122 fólk fingu seinna prikið.

Fyrrapartin vórðu búfólk og avvarðandi á bústovnum hjá Almannaverkinum í Runavík, Klaksvík og Tórshavn koppsett. Seinnapartin vórðu m.a. fólk 65 ár og eldri, sum eru heimabúgvandi og fáa persónliga røkt, koppsett á á teimum trimum sjúkrahúsunum. 

Nú eru íalt 8.832 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 4.901 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 3.931 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo