Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tórshavnar kommuna: Samstarvið millum Tórshavnar Kvøldskúla og kommunurnar í Vágum ber ávøkst. Rørandi hátíðarløta og gleðisrómur í skúlanum í Sørvági í gjárkvøldið, tá tíggju tilflytarakvinnur í Vágum fingu prógv handað, tí tær hava lokið annað stig í føroyskum sum annaðmál.

Fyrsta stigið var lokið fyrr í hesum árinum.

Tær tíggju kvinnurnar, sum allar búgva í Vágum, eru úr sjey ymsum londum; úr Meksiko, Venesuela, Peru, Tailandi, Filipsoyggjum, Fraklandi og Serbia.

Undirvísari hevur verið Petra Olsen, og tað fekst sjón fyri søgn, at samstarvið millum luttakarar og undirvísara hevur verið avbera gott og gevandi fyri báðar partar. Ja, fyri allar partar. Flokkurin hevur ment seg til at vera ein væl samansjóða eind við góðum trivnaði, og luttkararnir hava tikið seg nógv fram í føroyskum og vildu tí vísa undirvísaranum heiður við blómum og gávum á hátíðarløtuni í gjárkvøldið.

Talan er um fyrsta flokkin í Vágum, sum hevur lokið fyrsta og annað stig, eftir at avtala varð gjørd millum Tórshavnar Kvøldskúla og kommunurnar í Vágum í september í fjør um undirvísing fyri tilflytarar.

Samstarvið er liður í eini størri heildarætlan um sameining, integratión. Endamálið er at fáa tilflytarar at trívast og kenna seg sum javnsettar partar í føroyska samfelagnum. Í hesari stremban er føroyska málið týðandi og púra avgerandi liður, og tí fegnast Kvøldskúlin um at kunna veita tilflytarum henda møguleikan at ogna sær førleikar í føroyskum, sigur Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðari í Tórshavnar Kvøldskúla.

- Tað hevur stóran týdning at duga málið. Tí er tað umráðandi, at vit læra frá okkum við hollari undirvísing, men eisini tosa so nógv føroyskt sum gjørligt við tilflytararnar. Tað er vegurin fram at læra málið, sigur hann.

Føroyskt sum annaðmál er skipað í tøttum samstarvi millum Tórshavnar Kvøldskúla, Mentamálaráðið og Undirvísingarstýrið. Undirvísingin er skipað í trimum sigum eftir evropeiska CEFR-stiganum. Tað merkir í stuttum, at útbúgvingin er førleikamennandi og gevur atgongd til víðari lestur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo