Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hvat skulu vit við professarum í føroyskum máli, tá vit hava Máltáttin v/ Elin Henriksen í KVF?

Føroyskt sum nútíðar samskiftismiðil ella sum stagnerað roykstovumentan ?

Sambært okkara professarum í føroyskum máli úti á Fróðskaparsetrinum, Jógvan í Lon Jacobsen og Hjalmar P. Petersen, umframt Eivind Weyhe, málgranskari og deildarleiðari á Føroyamálsdeildini í mong ár, so hava vit eitt móðurmálsalfabet, og tað er samanfallandi við teir 34 bókstavirnar, sum vit finna í leitiorðunum í  Føroysku orðabókini (MMO), og sum vit eisini finna í tí komandi Rættstavingar orðabókini.

Móðurmálsalfabetið: 26 bókstavir frá latínska ISO basis alfabetinum og 8 serstavir:

a, á, b, c, d, ð, e, f, g, h, i, í, j, k, l, m, n, o, ó, p, q, r, s, t, u, ú, v, w, x, y, ý, z, æ, ø

Viðmerkingin hjá teimum er, at eitt alfabet  er ikki nøkur natúrlóg, men ein praktiskur listi við teimum bókstøvum, sum eru í brúki í einum máli, tvs. at alfabetið er eitt hjálparamboð heldur enn eitt tjóðskaparligt ikon, har hugsað verður um nyttuvirðið heldur enn um ideologiskar sannføringar.

Henda vísindaliga útleggingin av alfabetinum, hevur lítið til felags við tað sum Elin Henriksen borðreiddi við í Máltáttinum um stavraðið, har hon tvíheldur um, at tað skerda stavraðið (uttan c, q, w, x, z) hjá national-puristunum er tað rætta.

Spurningurin er so, hvør av teimum hevur rætt – Elin Henriksen ella teir lærdu?

Men føroyskt er í dag annað enn arvorðini hjá Elin Henriksen, tí málið verður í dag myndað av arvorðum, tøkuorðum og fremmanda-orðum. Og í summum av hesum verða stavirnir c, q, w, x og z brúktir.

Tað national-puristiskt skerda stavraðið og roykstovumentan
Tað national-puristiskt skerda stavraðið hjá Elin Henriksen botnar í eini ideologiskari sannføring um, at føroyskt bert skal kunna umboða eina stagneraða roykstovumentan.

Vit eru annars fleiri, sum hava hildið, at Máltátturin í KVF var eftirfarandi, men kanska er stavraðið eitt undantak, og sum teir professoralu áttu at tikið sær av og ikki Máltátturin.

Føroyskt sum nútíðar samskiftismiðil við móðurmálsalfabetinum
Føroyskt sum nútíðar samskiftismiðil klárar seg ikki  uttan c, q, w, x, z. Hesir bókstavir blíva brúktir hvønn dag, og uttan teir kunnu vit ikki so frætt sum stava til mongu av  okkara egnu fólkanøvnum ella til vanliga altjóða fakterminologi og natúrvísind v. m.

Sum dømi kann nevnast, at av teimum 118 grundstoffunum liggja 18 uttan fyri tað skerda stavraðið: ( 14 við c, 1 við w, 1 við x og 2 við z ).

Hetta vita okkara oman fyri nevndu lærdu, hvat ið krevst, og tí hava bæði MMO og tann komandi Rættstavingarorðabókin móðurmálsalfabetið við 34 stavum sum bókstavaindeks.

Føroyskt hevur latínska ISO basis alfabetið felags við 7 onnur mál
Tað latínska ISO basis alfabetið við sínum 26 stavum, eins og tað enska alfabetið, hava vit til felags við alfabetini hjá 7 øðrum vælkendum  málum: enskum, donskum, norskum, svenskum, týskum, fronskum og sponskum, og tað er tí  ikki av tilvild, at hesi málini hava verið og eru viðkomandi í okkara skúlahøpi.

Felags latínska basis alfabetið hevur eisini eitt altjóða potentiali við sær, sum ger, at samskiftið út í heim verður lættari, skjótari og tryggari.

Sambært kanning hjá Lóður og eini uppgávu gjørd á Fróðskaparsetrinum í 2014, tóka yvir 70% av føroyingum undir við móðurmálsalfabetinum, meðan knapt 30% tóku undir við tí national-puristiskt skerda alfabetinum, tvs.  uttan stavirnar c, q, w, x og z.

Regin Eikhólm 28.02.2022

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo