Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fleiri danskir bankar taka nú í mesta lagi 0,6 prosent í negativari rentu frá kundum sum hava meira enn eitt vist standandi á bók. Hetta talið var heryfri í mesta lagi 0,75 prosent, sum var tað sama sum Tjóðbankin kravdi frá bankunum, tá teir settu pengar inn. Men eftir at Tjóðbankin í farnu viku boðaði frá, at hann fer at krevja minni í negativari rentu, hava fleiri danskir bankar boðað frá, at teir gera tað sama. Hægsta negativa rentan verður nú 0,6 prosent og ikki 0,75 prosent, hjá fleiri donskum bankum.

 

Men føroysku peningastovnarnir fylgja ikki við - ikki fyribils í hvussu so er.

 

- Vit fylgja áhaldandi við gongdini á marknaðinum og gera rentutillagingar, tá ið vit meta tað vera neyðugt. Seinastu tíðina hevur marknaðurin verið lutfalsliga óstøðugur, men um marknaðarrentan finnur eina nýggja støðufasta legu, fara vit at taka støðu til at tillaga okkara rentu samsvarand, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik við VP.

 

Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka sigur, at ongar ítøkiligar ætlanir eru um at linka negativu renturnar fyribils. Hann vísir millum annað á, at negativar rentur komu seinni hjá Betri enn hjá nógvum øðrum bankum, og tí fer ein møgulig stilling hinvegin eisini at koma seinni enn hjá øðrum bankum í danska fíggjarheiminum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo