Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Myndin er av kvinnulandsliðnum, sum vann bronsu í CEV SCA-kappingini í 2019

Myndin er av kvinnulandsliðnum, sum vann bronsu í CEV SCA-kappingini í 2019

Myndin er av kvinnulandsliðnum, sum vann bronsu í CEV SCA-kappingini í 2019

FBF Úrslit: Samstundis sum føroysku menninir leika EM finaluumfar í CEV-SCA kapping í Havn í døgunum 13. – 15. mai, fara føroysku kvinnurnar til Íslands at luttaka í samsvarandi kapping. Leikast skal móti Skotlandi, Írlandi og Íslandi.

Føroysku kvinnurnar leggja fyri fríggjadagin 13. mai ímóti Írlandi; leygardagin er Skotland á skránni, og síðsti dysturin verður sunnudagin ímóti Íslandi. Tá kappingin var seinast – í 2019 – vunnu Føroyar bronsu. Luksemborg, sum ikki er við hesa ferð, vann gull og Skotland silvur. Ísland, sum er vertur hesa ferð, var ikki við ta ferðina.

Hetta eru fyrstu A-landsdystir hjá føroysku kvinnunum síðan korona fór at gera um seg, og tí hava A-landsliðsvenjarin, Lars Engell, og hjálparvenjarin, Kristian Mikkelsen, valt at leggja dentin á eitt ungt lið, sum kann mynda kjarnan á føroyska landsliðnum í longri tíð.

Stórur partur av liðnum skal eftir kappingina til Eysturríkis at luttaka í U21 CEV Eurovolley undankapping, har leikast skal ímóti Eysturríki, Bulgaria og Ísrael.

Síðan skal A-landsliðið í august og september leika tríggjar heimadystir og tríggjar útidystir í CEV Eurovolley undankapping móti Rumenia, Ísrael og Kroatia.

Dystarskráin fyri CEV SCA-kappingina í Íslandi (føroyskar tíðir):

Fríggjadagin 13. mai 2022:
Kl. 18.00 Ísland – Skotland
Kl. 21:00 Føroyar – Írland

Leygardagin 14. mai 2022:
Kl. 15.00 Írland – Ísland
Kl. 18.00 Skotland – Føroyar

Sunnudagin 15. mai 2022:
Kl. 15.00 Skotland – Írland
Kl. 18.00 Ísland – Føroyar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo