Stóra sorgin er at gera sær greitt, at vit sjálvi eru orsøkin til alla okkara mótgongd
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ísland – Føroyar 3-1 (25-21, 23-25, 25-22, 25-15)

FBF Úrslit: Silvurheiðursmerkini stóðu upp á spæl í gjárkvøldið í síðsta dystinum í smálandakappingini í Íslandi, har føroysku kvinnurnar spældu ímóti íslendsku vertunum.

Silvurið liggur tó eftir í Íslandi, og ístaðin komu føroysku kvinnurnar heim við bronsu, eftir at Ísland vann javna dystin 3-1.

Eftir 10-10 í fyrsta setti kom sperðil í hjá Føroyum, og Ísland legði seg á odda 20-14. Føroyar vóru tó um reppið at fáa Ísland aftur, og munurin minkaði niður í 22-20 til Ísland, sum tó helt seg frammanfyri og vann 25-21.

Í øðrum setti løgdu Føroyar seg á odda 5-1, men eftir leikbrá (time out) javnaði Ísland til 7-7.  Javnt var eisini við 10-10, 17-17 og 22-22. Nógv stóð á hesa løtuna, men Føroyar vunnu sær tveir settbóltar við støðuna 24-22 og gjørdu sær dælt av tí seinna og vunnu settið 25-23.

Føroyar fingu eisini eina fína byrjan uppá 3. settið, men 5-1 leiðslan var tó skjótt mist, og Ísland javnaði til 8-8. Síðani gekk gekk javnt á, og støðan gjørdist 20-20, áðrenn Ísland vann 25-22.

Lagt var nú upp til eitt spennandi 4. sett, har spenningurin helt sær til 10-9, tá luftin fór úr føroysku ballónini, og Ísland reyk upp á 15-9. Munurin bara vaks, tað sum eftir var av settinum, og Ísland vann at enda 25-15, og dystin 3-1 — og harafturat silvurheiðursmerkini. Føroyar kundu tó troysta seg við bronsuheiðursmerkjunum. Skotland vann kappingina við fullum stigatali. Nummar fýra gjørdist Írland, sum tapti allar sínar dystirnar. 

Hóast vónbrotin um ikki at vinna silvur, hevur føroyska venjaratoymið kortini skrivað sær nógv positivt í dagbókina, tí hildið verður, at nógv gott býr í hesum unga liðnum, har bara tríggir av teimum 14 leikarunum høvdu spælt A-landsliðsdystir fyrr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo