Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Ummæli úr Politiken

Ummæli úr Politiken

Miðlar uttanlands hava tikið sera væl ímóti útgávui Andalag hjá Aldubáruni og Jákupi Lützen við tónleiki eftir Sunleif Rasmussen.

Bretska BBC, spældi av fløguni, og hevði langt ummæli fyri páskir á BBC3, útvarpsrásin, ið er halgað klassiskum tónleiki. Ummælarin er ovfarin av tónleikarunum, og sigur, at tað er undrunarvert, at ein so lítil tjóð kann framleiða sovorðna góðsku, og at her er talan eitt sera musikalskt fólkaslag. Um Sunleif sum tónaskald sigur hann, at tónleikurin og hátturin hann er settur saman á, í fyrstani kann tykjast klombrutur, men tað skerst ikki burtur, at Sunleif skapar sín tónleik á ein sera listinlærdan hátt, stillar og setur saman heilt annarleiðis, so úrslitið er sera egið og nýskapandi.

Danska tíðarritið Politiken, samanlíknar í yvirskriftini Sunleif Rasmussen við William Heinesen. Eisini sigur ummælarin, at Sunleif nú - í búgvum aldri, skapar tónleik eftir vælgrundaðum skipanum, og við eyga fyri tónleikaligum bygnaði, skrivar hann nágreinligan tónleik, ið hann letur víðari til framúrskarandi tónleikarar, ið geva tónunum lív.

Music-web-international, ið er ein av stórstu klassisku ummælarasíðum á alnótini, rósar eisini ljómburðinum í Hoyvíkar kirkju, har ið tónleikurin varð spældur inn í 2018. Umframt, at tað er eyðsýnt, at tónleikararnir í Aldubáruni skilja og virða tónleikin hjá Sunleifi. Spælið hjá Jákupi Lützen á fløguni, er stórfingið.

Ummælarin Josep Bosch á Sonograma úr Barcelona metir, at Sunleif er ein týðandi rødd á norðurlendska tónleikapallinum, og at spælið hjá Aldubáruni er framúrskarandi.

Og kendi danski ummælarin Gregers Dirckink-Holmfeld skýrir á bloggi sínum útgávuna fyri eina føroyska, musikalska perlu.

Aldubáran fegnast um, at útgávan er komin so víða, og at so nógvar rósur koma um bólkin, Jákup Lützen og tónleikin hjá Sunleifi Rasmussen.

Í ár eru tað 25 ár síðani, at Aldubáran var sett á stovn. Framvegis er nógv fer á.

Stór stroymikonsert verður úr Hátún á Tórshavnar musikkskúla við Hanus G. Johansen og Aldubáruni. Hanus fyllir 70 ár 18. juni. Konsertin verður kl. 20.00.

Kringvarpið sendir beinleiðis frá hesum føðingardagstiltaki.

Her eru leinki til nøkur av ummælunum:

Musicweb International

Sonograma

Bloggurin hjá Gregers

BBC 3

Ummæli úr Politiken

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo