Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Fyndin: Í nýggjastu útgávuni av eldrablaðnum Fyndin verður sjóneykan enn einaferð sett á evni, sum møguliga eru eitt sindur forsømt í almenna rúminum, nevniliga romantikkur, parlag og kynslív hjá eldra ættarliðinum.

Kanningar vísa, at kynslív og aldurdómur ikki eru ósamanberilig, og at eldri í stóran mun ynskja at vera kynsliga virkin, hóast árini eru mong.

Við aldrinum fylgja tó ymisk viðurkskifti við, sum kunnu ávirka kynslívið á ein negativan hátt og í summum førum hava við sær, at kynslívið steðgar upp.

Tí hevur Fyndin valt at seta sjóneykuna á kynslív og aldurdóm.

Endamálið við eldrablaðnum er at seta sjóneykuna á eldra ættarliðið í Føroyum við øllum tí, sum tað inniber, og hesaferð er tað millum annað avbjóðingar og møguligar loysnir í sambandi við kynslívið, romantikkur og parlag sum er sett á breddan.

Eitt nú kann lesast um Dianu á Horn og Kristian Olsen sum hittust í búnum aldri og Halleluja Sofus, sum erliga greiðir frá lívi sínum og um hvussu hann heldur seg sjálvan og parlagið við konu sína Doris, vælkoyrandi.

Okkara eldru
Ynskið er, at Fyndin verður við til at gera eldra ættarliðið sjónligari í samfelagnum, at fagna aldurdóminum og at minna á ríkidømi, sum vit eiga í okkara eldru.

Fá fatur á blaðnum
Nýggjasta útgávan av Fyndini, sum er áttanda útgáva, er at fáa í flestu sølubúðunum kring landið. Eisini ber til at tekna hald á www.fyndin.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo