Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: - Vit hava gloymt at liva eitt lív við meining í. Og júst hetta førir til strongd og tunglyndi.

- Vit skulu læra okkum, at fólk eru ikki bara eitt tilfeingi, sum so nógv sum gjørligt skal kroystast burturúr. Vit skulu síggja menningarmøguleikarnar í menniskjanum, og at vit hava ábyrgd fyri lagnuni hjá menniskjanum, og skulu vera við at geva tí einstaka menniskjanum møguleikan at menna seg, sigur Morten Albæk.

Morten Albæk er vinnulívsmaður og heimsspekingur. Hann er sum einasti skandinavi 5 ár á rað valdur millum 100 mest týðandi marknaðarfólk í heiminum.

Morten Albæk er høvuðsrøðari á Leiðaradegnum, sum verður 25. januar á Hotel Føroyum.

Í fjør skrivaði hann eina sera væl umtókta bók "Ét Liv. Én Tid. Ét Menneske – Hvordan vi glemte at leve et meningsfuldt liv."

- Eg royni at siga, at um vit bara gera meiri av tí sama, so veksur talið á fólki, sum fáa strongd og tunglyndi, sigur Morten Albæk.

Hann heldur, at nýggir leiðsluhættir bæði kunnu fyribyrgja sjúku og økja um framleiðsluna.

Morten Albæk er varin at siga, hvat meiningin við lívinum er, tí tað má tann einstaki avgera.

- Eg veit tað krevur dirvi, men heldur siga upp, enn arbeiða við nøkrum, sum man ikki heldur gevur meining.

Leiðaradagurin 2019 verður 25. januar á Hotel Føroyum og høvuðsevnið er spurningurin um alt skal geva meining.

Les meira um Leiðaradagin á www.leidaradagurin.com

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo