Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fólkakirkjan/Orð og mynd: Anne Mette: Ynski hevur í nógv ár verið millum fólk í Funningsfirði um at fáa eitt veruligt bønhús. Tó at  peningur er savnaður inn, hevur tað ikki borið á mál.

Ein vanlig skúlastova í skúlanum hevur verið brúkt til guðstænastur, men nú eingir næmingar longur ganga í skúlanum, hevur bønhúsnevndin í Funningsfirði gjørt avtalu við Runavíkar býráð um, at innrætta eina av skúlastovunum til guðstænastubrúk.

Hølini eru sett í stand og eru nú eitt veruligt kirkjurúm, við tí innbúgvi, sum tilhoyrir.

Kirkjusalurin verður vígdur 2. hvítusunnudag kl 17.00 við Jógvani Fríðriksyni, biskupi og Anne Mette Greve Klemensen, sóknarpresti og eftir guðstænastuna bjóðar bønhúsið nátturða.

Bønhúsnevndin gleðir seg at síggja nógv fólk, bæði tey, sum hava røtur úr Funningsfirði, og so eisini tey sum vilja hátíðarhalda dagin saman við teimum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo