Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nú kunnu øll, sum eru í vandabólki, biðja um tíð til koppseting, um ey eru 16 ár ella eldri. Klokkan 15 í morgin, mikudagin, kunnu øll eldri enn 15 ár bíleggja tíð á corona.fo.

Persónar í vandabólki hava framíhjárætt at bíleggja tíð til koppseting soleiðis, at fyrsta dagin, latið verður upp fyri koppseting í nýggjum aldursbólk, fáa hesi í serligum vandabólkum framíhjárætt at fáa sær tíð. Tað kunnu vera fólk við krabbasjúku, sjúku í nervalagnum, lungasjúku, hjartasjúku, diabetes og so framvegis.

Yvirlit yvir vandabólkar sæst her.

Eftir tann dagin kunnu øll, sum hoyra til aldursbólkin, bíleggja sær tíð á jøvnum føti. Nýggi aldursbólkurin, sum nú sleppur framat at bíleggja tíð, eru tey í aldrinum 16-44 ár. Tað merkir at frá klokkan 15 í morgin stendur øllum, sum eru eldri enn 16 ár, í boði at lata seg koppseta.

Tað verður tó ikki soleiðis, at øll fáa eina tíð beinanvegin, tí nokk av koppingarevni er ikki á goymslu í Føroyum. Men fólk mugu ikki falla í fátt, tí øll sleppa framat.

Seinastu vikurnar hava vit fingið um 6.800 skamtar av koppingarevni aðruhvørja viku. Sambært koppsetingarkalendaranum hava allir føroyingar, sum ynskja tað, fingið tvey prik fyrst í september.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo