Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

COVID-19 koppsetingarbólkurin: Sjúkrahúsverkið fer nú undir at bjóða búfólki á røktarheimum og fólki við serliga vánaligari immunverju triðja prikið.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur góðkent tilmælir frá koppsetingarbólkinum um at bjóða fólki við nógv niðursettari immunuverju eina triðu koppseting fyri koronu og somuleiðis teimum, sum búgva á ellis- og røktarheimum og eldrasambýlum.

Tey fyrstu hava longu fingið innkalling, og Sjúkrahúsverkið fer í næstum at seta seg í samband við eldrasamstørvini um at fáa koppsett tey búfólk, sum ynskja tað.

Talan er um fólk, sum frammanundan eru fevnd av koppsetingarkunngerðini, og nóg mikið av koppingarevni er í landinum til bæði at liðugtkoppseta øll, sum skulu hava tvey prik, og geva hesum avmarkaða bólki  eitt triðja prik. Tískil ber til at fremja hesar eyka koppsetingarnar beinanvegin.

Við tilboðnum um triðja prik, fylgir føroyska heilsuverkið leistinum hjá tí danska heilsustýrinum. Har eisini verður mælt til eitt triðja prik til fólk við nógv niðursettari immunverju og búfólk á landsins ellis- og røktarheimum og øðrum eldrabústovnum.

Í fyrra bólkinum eru tað serliga fólk við ávísum illkynjaðum blóð- og mergsjúkum, fólk, sum hava fingið transplantasjón, dialysusjúklingar og fólk, sum eru viðgjørd við heilivági, ið tálmar immunverjuna, ella sum hava fingið kemoviðgerð í ár. Harafturat fara sjúklingar við ávísum álvarsomum giktasjúkum eisini at fáa tilboðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo