Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilt nýggj føroysk úrslit vísa, at tey, sum høvdu koronu í fyrstu bylgju, framvegis hava andevni 12 mánaðir eftir sjúkuna.

Úrslitini vísa, at andevnis mongdin (IgG) lækkar mest teir fyrstu 7 mánaðirnar fyri síðan at verða meira støðug fram til 12 mánaðir.

Nú eru meira enn eitt ár liðið, síðan Føroyar høvdu sín fyrsta tilburð av COVID-19.

- Heilt frá byrjan hava vit fylt teimum, sum hava havt koronu, m.a. við at kanna, um tey hava andevni. Flest teirra hava latið tríggjar blóðroyndir, ávikavist 3, 7 og 12 mánaðir (fyrsta bylgja) og 1, 3 og 7 mánaðir eftir sjúku (seinni bylgjur).

- Hesi úrslit eru heilt nýggj, eisini í altjóða høpi, tí vit hava enn ikki sæð aðrar kanningar um andevni eitt heilt ár eftir sjúku.

- Tey føroysku úrslitini eru nú send til altjóða tíðarrit til almannakunngering.

- Vit rokna við, at hesi fólk, sum hava havt koronusmittuna, framvegis eru vard móti endursmittu, men hvussu sterk verjan er, ber illa til at siga longu nú, siga Pál Weihe, yvirlækni og Maria Skaalum Petersen, granskari.

Verkætlanin er samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Landssjúkrahúsið, Ílegusavnið, Landslæknan og Fróðskaparsetur Føroya.

Hon er fíggjað av Felagnum Nótaskip og Sp/f Krúnborg og Borgartún, meðan innsavnan av blóðroyndum er fíggjað av tí serliga COVID-19 átakinum hjá Granskingarráðnum og Novo Nordisk Fonden.

Andevniskanningarnar eru gjørdar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og á Ríkissjúkrahúsinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo