Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg havi helst verið undir skúlaaldur, tá mamma við fullari balju av seingjarklæðum bað meg koma við sær.

Oman fyri kirkjugarðin steðgaði mamma, setti baljuna frá sær og byrjaði at leggja nývaskaðu klæðini út á graslendið. Spurdi mammu hví hon gjørdi soleiðis. Hon svaraði, at tey ljósu seingjarklæðini gjørdust nógv ljósari, og so luktaðu tey so dejliga frísklig, eftir at tey vóru tornað.

Positivu orðini frá mammu um tað at leggja á blik runnu mær í hug, tá størsti flokkur á Løgtingi herfyri legði allar møguligar politiskar ósemjur og innanhýsis persónlig álop á blik. Her hekk tó ongin frískligur angi uppi við, men heldur ramur køstaroykur, og litirnir gjørdust heldur myrkari enn ljósari.

Tað vóru ikki hissini skitin politiskt bagbit, ið høgravongurin hjá Fólkaflokkinum kom við í síni roynd politiskt at jarðleggja hóvliga veingin í flokkinum. Ja, landstýrisfólk floksins fóru skammleys úr teirra landsstyrissessum fyri at royna at steðga Anikku Olsen, so hon ikki skuldi sleppa at atkvøða eftir síni sannføring.

Henda avgerð má sigast at verða ein tann mest ódámliga og hartil mest ódemokratiska avgerð nakrantíð tikin í einum flokki á Føroya Løgtingi.

Tað sigur seg sjálvt, at tað gevur als onga meining fyri Javnaðarflokkin at kasta saman við einum flokki, ið vil fremja ein so øðrvísið politikk enn tann, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri. Við tí umboðan og leiðslu, ið borgarligi vongurin á Løgtingi hevur havt seinastu nógvu árini, hevði hvørki Samhaldsfasti ella ALS sæð dagsins ljós, um tað var nú, tað galt. Og fiskivinnupolitikkurin, ið Javnaðarflokkurin hevur staðið fyri, har vanligi fiskimaðurin sjálvur hevur møguleika at eiga veiðitólini, ber heldur ikki til saman við hesum so ógvusliga høgrasnaraða borgarliga veingi.

So logikkurin var sólarklárur, hóast tað kanska vóru fleiri, sum stúrsaðu við, tá tann tá nýggi formaður Javnaðarfloksins Aksel V. Johannesen fyri umleið 10 árum síðan alment boðaði frá, at Javnaðarflokkurin ikki undir nøkrum umstøðum fór at skipa samgongu saman við Fólkaflokkinum, so leingi sum táverandi leiðslan hevði valdið á flokkinum. 

Longu tá hevur formaður Javnaðarfloksins sæð skriftina á vegginum um tað, sum hendi herfyri, tá Fólkaflokkurin fór í tvíningar. Tann hóvligi vongurin við umboðum úr miðøkinum, Norðurstreymoy og Sandoynni hevði fingið nokk av tí ekstrema høgrapolitikki, ið hevði mynda flokkin seinastu nógvu árini.

Tað er lagnunar speisemi, at Javnaðarflokkurin á sinni fekk tvey av sínum kjarnumálum samtykt, nevnliga ALS og Samhaldsfasta, saman við Fólkaflokkinum. Orsøkin til, at tað yvirhøvur kundi lata seg gera, var, at Fólkaflokkurin í Jógvani Sundstein hevði ein sterkan og pragmatiskan politikara. Harafturat var hann liberalt konservativur, mótvegis sitandi leiðslu floksins, sum politiskt er ytst úti á høgraveinginum. F

Javnaðarflokkurin lá lágt í veljarakanningum, tá hann legði sjógv til Fólkaflokkin. Tí var tað ein sera álvarslig og djørv og avgerð, sum okkara formaður tá tók við at tóna reint flagg beinanvegin.

Frank Davidsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo