Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Danmark hevur vegna Nato sett Landsstýrinum fyrispurning, um at fáa loyvi at seta ein lofteftirlitsradara uppi á Sornfelli. Hetta taka vit í Fólkaflokkinum undir við.

Tá hesin fyrispurningur kemur, hava vit í Fólkaflokkinum mælt til, at vit eisini áttu at sett mál á skrá, sum vit  ynskja at samráðast um. Her er millum annað talan um fríhandils sáttmála við ES, Íleggingargrunnin á føroyskar hendur og limaskap í WTO.

Vit eru í sera góðari samráðingarstøðu áðrenn vit hava skrivað undir avtaluna við donsku stjórnina um radaran.

Tí tóku vit undir við landsstýrismanninum í uttanríkismálum, sum segði at hann væl kundi bíðað við undirskriftini til ein seinni fund í Danmark. So hevði landsstýrismaðurin fingið meir tíð til at komi longri fram á leið við teimum føroysku áhugamálum, sum kunnu fáa so sera stóran týdning fyri okkara samfelag í framtíðini.

Men vit gjørdu sjálvandi eisini púra greitt at ongin ivi skal verða um, at vit taka undir við at loyva Nato at seta ein radara upp, ikki minst tá hugsað verður um hvussu heimsfriðurin er hóttur og at ongin ivi skal verða um at Føroyar eru partur av Vesturheiminum.

Talan er ikki bara um okkara trygd, men eisini trygdina hjá okkara grannalondum, ja øllum Vesturheiminum.

Upplýsingar vit hava fingið vísa eisini hvussu týdningarmikið tað er fyri Nato, at ein radari verður settur upp í Føroyum og tessvegna eiga vit at kunnu náa stórum úrslitum um rætt verður farið fram.

Aksel Johannesen hevur í fjølmiðlunum sagt at Fólkaflokkurin var ímóti at geva landsstýrismanninum loyvi at skriva undir avtaluna. Hetta er ein kølsvørt lygn.

Tað hevði sømt Aksel Johannesen at hildið seg til sannleikan. At Javnaðarflokkurin saman við spinndoktaranum Eiriki Lindenskov, lata seg stýra av populismu, ósannindum og Mette Fredriksen er slett ikki ókent, men vit fara at frábiða okkum at hesir garparnir greiða fólki frá hvat Fólkaflokkurin stendur fyri, tað klára vit sjálvir. Og so eini góð ráð, at tit í minsta lagi halda tykkum til sannleikan.

Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo