Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Tað er beinleiðis skeivt, tá In.Fo í dag rør uppundir, at Fólkaflokkurin er ímóti avtaluni við donsku stjórnina um at seta upp ein lofteftirlitsradara í Føroyum.

- Fólkaflokkurin er av teirri áskoðan, at Føroyar hoyra til Vesturheimin og at vit tí eisini skula luttaka í verjuni av vesturheiminum. NATO hevur tryggjað okkum friðin í Vesturheiminum síðani Seinna Heimsbardaga, sigur Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum.

- Hinvegin hava okkara limir i Uttanlandsnevndini víst á nøkur viðurskifti, sum áttu at verið avgreidd, áðrenn lofteftirlitisradara-avtalan varð undirskrivað, men hetta merkir ikki, at Fólkaflokkurin er ímóti, at lofteftirlitisradarin verður settur upp í Føroyum.

- Persónliga eri eg sera fegin um, at hetta mál nú er avgreitt, sigur Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum í stuttari viðmerking til VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo