Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Eins og vit hava spurt seinastu mánaðirnar, spurdu ung fólk í Føroyum fyri neyvt 80 árum síðani, hvat fór at verða av ólavsøkuni. Fór hon yvirhøvur at verða hildin sum vant? Ongland hevði slakar tríggjar mánaðir frammanundan hertikið Føroyar, og fleiri túsund eingilskmenn vóru komnir til landið. Ungfólk í Havn vildu hava svar frá myndugleikunum upp á sínar spurningar, og í grein í Tingakrossi 3. juli 1940 skriva tey við ótolni: “Vit loyva okkum tí at spyrja teir, ið avgera, um ólavsøkan skal verða ella ikki, um tað ikki er gjørligt at fáa svar í bløðini so skjótt sum gjørligt”.

Tað eru fáir føroyingar, sum í dag minnast hendingarnar fyri 80 árum síðani, men krígstíðin er kortini vorðin ein partur av okkara kollektiva minni. Greinin í Tingakrossi er partur av framsýning, sum Landsbókasavnið hevur sett upp um seinna heimsbardaga fyri at minnast hesa tíðina og tað, sum hon førdi við sær. Tórshavnar Býarsavn læt herfyri upp framsýning um Havnina undir krígnum, og onnur tiltøk eru eisini í býnum í hesum døgum, sum varpa ljós á hersetingina. Hetta vísir, at sum samfelag viðurkenna vit, at søgan hevur týdning, og at vit taka felags ábyrgd av - og hava sett stovnar og fakfólk at røkja arbeiðið - at varðveita minni um týdningarmiklar hendingar, sum hava havt ávirkan á okkum sum fólk.

Men hvat vil tað siga at minnast?

Mítt sterkasta persónliga ólavsøkuminni er eitt lítið minnisbrot av einari løtu, tá eg sum fimm ára gomul saman við mammu og systur mínari standi niðri á Bryggjubakka uttan fyri Útvarpið, sum tá var arbeiðsplássið hjá mammu. Eg síggi tað fyri mær, vit báðar systrarnar so glaðar í føroyskum búna við mammu ímillum okkum, eg við mínari Nuser-tasku um hálsin. Eg veit tó væl innast inni, at eg als ikki minnist hendingina, men havi konstruerað hana út frá einari fotomynd, sum eg havi sæð alt lívið, og sum gjørdist serliga dýrabar, tí júst á ólavsøku árið eftir doyði mamma mín 37 ára gomul.

Eg minnist tað ikki. Og eg minnist tað væl.

Eg minnist tað ikki. Og eg minnist tað væl. Orðini havi eg lænt úr prosayrkingasavninum hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger Hvít sól, sum av ymiskum orsøkum hevur upptikið meg í fleiri umførum, síðan tað kom út í 2015. Eitt evni, sum gongur aftur í savninum, er minnið. Hvussu og hvat vit sum einstaklingar minnast, og tað svikaliga í minninum sum fyribrigdi. T.d. sæst tað aftur í yrking, har hon lýsir tað at lesa Shopenhauer: “Eg lesi hann aftur undir opnum
himli, ein týsdag í svalari park. Ella í køkinum ein morgun á einum grønum krakki. Eg minnist tað ikki. Og eg minnist tað væl. Eg hugsi: samtíð er ein vøgga av feilkeldum.”

Okkara kollektiva minni er sjálvandi nær tongt at tí persónliga minninum, og tað verður gjørt nógv innan gransking í dag við kollektiva minnisgransking. Bretski minnisgranskarin, sum forrestin eisini doyði á ólavsøku í fjør 79 ára gamal, Paul Connerton, tosar í grein frá 2008 um 7 ymiskar hættir at gloyma.

Vit hugsa ofta um tað at gloyma sum nakað sløsut og einfalt negativt, men Connerton vísir á, at tað tvørturímóti kann vera alt annað enn sløsut og tilvildarligt, at sumt fer í gloymskuna, meðan annað verður varðveitt í minninum. Á sama hátt sum ein fotomynd kann varðveita minnið um farnar dagar livandi, virka søvn og minnisvarðar sum kveikjarar av okkara felags minni og karmur um eina felags fatan av fortíðini. Men tað kann eisini vera ynskiligt hjá myndugleikum á ymiskan hátt at fáa samfelagið at gloyma ávís viðurskifti fyri at tillaga sjálvsmyndina - kanska skapa nýggjan samleika - og fyri at skapa nýggjan, broyttan veruleika so ella so. Tað er ikki tilvildarligt, hvat vit minnast og ikki. Tilvitaðar og ótilvitaðar avgerðir liggja aftanfyri, hvat samfelagið velur at minnast í felag. Myndin av fortíðini er ongantíð fastfryst ella endalig. Hetta er umráðandi at geva gætur, tí okkara fatan av fortíðini litar okkara hugburð til samtíðina og framtíðina.

Lív Maria Róadóttir Jæger spyr í sínum yrkingasavni ommu sína, sum er blind, men kortini verður lýst sum tann, ið sær klárt: Er lagnan tað, sum hevur verið, ella tað, sum fer at koma? Í fleiri yrkingum er tað, sum hon við at skriva treiskast ímóti at gloyma. Hon sigur: “Eg minnist, skrivi eg á eitt hvítt pappír. Eg minnist. Eg minnist. Eg minnist.” Aðrastaðni kemur tað fram, at minni kunnu verða varðveitt og koma fram við at skriva: “Og tey verða til aftur – minnini, eg gloymdi - tá eg velji at framseta tey hvít og snøgg”. Grundleggjandi snýr hetta seg um at arbeiða, skriva og treiskast móti gloymskuni – hví? Tí okkara fatan av søguni hevur týdning. Søgan leggur afturat samtíð og framtíð okkara og gevur okkum ta víðskygni og klárskygni, sum okkum tørvar fyri at taka avgerðir og virka í heiminum sum tilvitaðar verur.

Í dag savnast vit á søguligum stað, millum annað tí vit kenna ein týdning í at varðveita minnið um tann leiklut, sum Føroya Fólkaháskúli hevur havt í tí føroyska samfelagnum. Háskúlin stendur fyri nøkrum virðum í okkara samfelag, sum vit vilja verja og fyri alt í verðini ikki missa. Tá Háskúlin varð settur á stovn, kom hann sum eitt alternativ - ella ein útbygging - av grundskúlanum fyri at hækka vitanarstøðið hjá vanligum kvinnum og monnum. Amboðið var tað livandi orðið. Háskúlin gekk undan, og her varð undirvíst á føroyskum og í føroyskum fyri fyrstu ferð. Seinni gjørdu aðrir skúlar - so við og við - tað sama. Jákup Dahl sigur í minningarorðunum um Símun av Skarði í Dagblaðnum 13. oktober 1942: “Føroya fólkaháskúli hevur ongantíð siglt undangongu, men hevur sum so mangt annað gott og nýtt havt tað stríggið at vinna fram, hann hevur havt harða mótstøðu, og hevur róð andstreym”.

Háskúlin kann eftir mínum tykki framvegis gera mun sum alternativ, nú einsrættan, skundur og hópmentan tey seinastu árini hevur trokað seg inn á ungdómsútbúgvingarnar í Føroyum. Samanleggingarnar, sum eru gjørdar á miðnámsskúlaøkinum, hava viskað burtur profilar, sum hava havt eina sterka grundleggjandi ætlan við, hvussu vit sum samfelag røkja okkara skyldu at menta ungdómin við at geva honum eina barlast, sum ger hann ikki bert føran fyri at taka skynsamar og kvalifiseraðar avgerðir, men sum eisini ger hann føran fyri at fóta sær á egnum beinum í tí alheimsgjørda heimi, har nógvir ymiskir hugsanarhættir kappast um valdið. Ein útbúgving, har klassisku lærugreinarnar, sum skapa tilvit um okkara mentanararv, hava havt rúm. Vit hava í dag ikki ein studentaskúla, sum vit kendu hann. Vit hava tíverri onga útbúgving, sum tryggjar teimum ungu eina klassiskt dannandi miðnámsskúlaútbúgving. Nýggja skipanin, sum er grundað á tað fría valið hjá einstaklinginum, so ideelt sum tað ljóðar, hevur ført við sær eina fakliga einsrættan, og klassiskar lærugreinar sum heimspeki, fornaldarfrøði og latín eru viknaðar, og eisini hástigini í lærugreinum sum alisfrøði og evnafrøði eru minkað saman við t.d. tónleiki. Fyri ikki at tala um tey stóru europeisku málini, franskt, spanskt og týskt, sum eru í ferð við at glíða út úr okkara útbúgvingarskipan. Og danskt, sum higartil hevur staðið fyri undirvísing í norðurlendskari bókmentasøgu. Seinast og ikki minst er søgulærugreinin minkað avgerandi og hevur mist sína skrivligu funktión – henda lærugrein, sum annars kundi verið við til at givið hvørjum einstøkum vitan og neyðug amboð til kritiskt at kunna taka dagar ímillum, hvat er vert hjá okkum sum samfelag at minnast.

Er lagnan tað, sum hevur verið ella tað, sum fer at koma, spyr yrkjarin. Í spurninginum rungar sannkenningin, at lagnan er bæði. Hon er tað, sum hevur verið, og hon er tað, sum fer at koma. Tá eg seti spurningin her í dag, hvør fer at lyfta byrðuna og geva ungdóminum møguleika at verða hugtikin, fáa íblástur og mennast við at fáa lut í tí vísinda- og mentanararvi, sum hevur bygt okkara samfeløg upp, so er tað tí, at Háskúlin um nakar hevur møguleika at læna sær víðskygd eygu úr sínari fortíð. Eygu, sum hámeta lærdóm og upplýsing, sum skal tryggja javna í valdstrukturunum í okkara samfelag. Lærdóm og upplýsing, sum skal brynja okkum til at taka egnar avgerðir. Og skuldi tað verið í mótgongd og andstreymi, at hann skuldi gjørt tað, ja, so hevur Háskúlin eisini roynt tað áður og hevur søguligu barlastina til í tolni áhaldandi út frá teirri stevnuskrá, sum hann varð grundaður, at upplýsa, læra og brynja ungdómin at taka virknan lut í einum fólkaræðisligum samfelag, ið byggir á andsfrælsi, tolsemi og javnrættindi, so hann er førur fyri og hevur vilja til at taka á seg ta ábyrgd og tær skyldur, ið fylgja við.

Takk fyri, at tit lýddu á.

Paula Gaard á Háskúlanum ólavsøkuaftan 2020

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo