Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroyingar eru samanumtikið nøgdir við heilsuna. Og vit meta okkum í størri mun hava eina góða heilsu samanborið við Danmark.

Tó eru tað fleiri ung, ið stríðast við eina ringa sálarliga heilsustøðu. Tað eru eisini tey ungu, ið kenna seg tyngd av síni fíggjarstøðu og bústaðarstøðu og hava tað truplari at gjalda rokningar enn tey eldru.

Hetta eru nakrar av niðurstøðunum í stóru fólkaheilsukanningini, sum Fólkaheilsuráðið gjørdi í fjør.

Kanningin vísir eisini, at tey, ið hava eina ringa sálarliga heilsustøðu eisini hava trupulleikar við svøvni og í størri mun taka pínustillandi og nervastillandi heiligvág. Samstundis síggja vit ein neiligan samanhang í millum ringa sálarliga heilsustøðu og heilsuvanar. Altso at tey, sum hava sálarligar trupulleikar í minni mun hava góðar heilsuvanar.
Tá tað kemur til heilsuvanar, so er rúm fyri bata á fleiri økjum, serliga tá tað kemur til vekt, rørslu og royking. Sum gongdin við heilsuvanum er nú, so er ikki til at siga, um vit í Føroyum halda fram við at meta okkara heilsustøðu at vera góða.

Lands- og kommunaluleiðslurnar, umframt at samfelagið sum heild eigur at taka hesa vitan til eftirtektar og leggja til rættis eina breiða og burðardygga fyribyrgingarætlan, har høvuðsdentur eigur at vera lagdur á at styrkja sálarligu og sosialu heilsuna hjá ungum, umframt á skipaðan hátt at steðga ógvusligu økingini í yvirvekt, sum hongur saman við sera ringum kostvanum og kropsligum óvirkni. Eisini eiga tøk at vera tikin politiskt fyri at fáa talið á roykjarum longur niður.

Fólkaheilsuráðið hevur ítøkiligar ætlanir at betra um hesi viðurskiftini, men hetta krevur fyrst og fremst politiskan vilja frá allari politisku skipanini og eitt vælskipað samstarv ímillum stovnar í øllum landinum.

Til ber at taka alla kanningina niður her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo