Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fólkaheilsuráðið: Tað kann verða ein avbjóðing at tryggja, at vit røra okkum nóg nógv. Serstakliga í hesum tíðum, tá ítróttarluttøkan og sosiala samveran er avmarkað. Fyri at gera tað hugaligari at halda okkum í gongd, hevur Fólkaheilsuráðið saman við Sona sett átakið “HVØR METUR TELUR” í tíðarskeiðinum 15. til 31. mai.

Møguleiki er hjá tær at skráseta tínar kilometrar á Sona appini. Á Sona.fo verða allir kilometrarnir samantaldir, so tað sæst, hvussu nógvir kilometrar eru lagdir um bak. Hetta er ikki ein kapping, og eingin fylgir við, hvussu nógvar kilometrar tú leggur aftur um teg. Hetta er bert ein roynd at eggja teg til at gera ein íløgu í heilsuna. Eisini ber til at biðja familju, vinir og starvsfelagar um at gera tað sama, soleiðis at hetta verður eitt tiltak, tú gert saman við øðrum. Tað er umráðandi fyri Fólkaheilsuráðið, at hetta er eitt átak, har øll kunnu vera við frá 0 til 104 ár.

Um ein mamma fer ein túr á ein kilometur við einum barni í vogni, skal hon skráseta tveir kilometrar, ella um ein ommudóttir gongur ein túr við ommu síni, sum ikki brúkar appina, og tær ganga 500 m, skal ommudóttirin skráseta ein kilometur. Um ein námsfrøðingur fer túr við fýra børnum skal strekkið faldast við fimm o.s.fr.

Vónandi fer átakið at stuðla fólki í at betra um heilsuna og eisini at geva teimum hug til at halda fram at ganga og renna, tá ið átakið er liðugt.

Meira kunning er á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo