Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Árliga Fólkaheilsurenningin, sum hevur verið á hvørjum árið síðan 2004, verður leygardagin 3. juni 2017, samstundis sum Tórshavn Marathon. Í tíðindaskrivi siga fyrireikararnir at tiltakið er fyri øll. øll, børn og vaksin, kunnu luttaka – ganga ella renna, alt eftir førimuni.

Fríggjadagin kunnu øll melda seg til í SMS og heinta sítt startnummar og Helsi til hálsin, eisini er møguleiki at melda til í Snarskivuni leygardagin, beint undan tiltakinum. Øll sum luttaka fáa vatn og frukt á máløkinum og startnummarið er lutaseðil til fleiri góðar vinningar.

Fólkaheilsurenningin hevur samlað heilt upp til 2.500 luttakarar, sum helst er heimsmet í mun til fólkatalið, spennandi verður at vita hvussu undirtøkan verður hesuferð, útlit eru til gott veður leygardagin, so hvør veit?

Bragdið hevur á hvørjum ári síðan 2003 skipa fyri slíkum rørslutiltaki har øll kunnu vera við, bæði børn og vaksin og hevur hetta í nógvum føri verið byrjanin hjá fleiri sum í dag renna marathon.

Tað er Fólkaheilsuráðið, saman við Bragdinum, sum skipa fyri tiltakinum og endamálið er at varpa ljós á týdningin av rørslu og stuðla undir einum virknum gerandisdegi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo