Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tilsamans 41.272 føroyingar vóru limir í fólkakirkjuni við ársbyrjan. Tað er væl meira enn botnurin, sum var í 2014, tá limatalið eftir minking í fleiri ár var komið niður á 39.466.

Men verður limatalið sett í lutfall til talið á føroyingum, so er søgan ein onnur. Tí ein alsamt minkandi partur av føroyingum er limur í fólkakirkjuni. Í veruleikanum er limatalið í fólkakirkjuni minkað góð 5% árini frá 2001 til 2020, tað vísa tøl sum Hagstova Føroya hevur gjørt.

Verður hugt at limum í ymsu prestagjøldunum sæst, at tað er í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi at tey eru ídnast at vera við, tí har eru heili 91% limir í fólkakirkjuni. Og í norðoyggjum er áhugin minst, har eru 62% limir í fólkakirkjuni.

Fleiri tøl eru á heimasíðuni hjá Hagstovuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo