At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: “Við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum.” 

- Soleiðis stendur skrivað svart upp á hvítt í fólkaskúlalógini, men veruleikin er bara ein annar. Í veruleikanum verður hetta toygt til, at 26 næmingar, og ikki 24, sum lógin ásetur, eru í hvørjum flokki. 27. næmingurin ger, at tað blívur til tveir flokkar.

- Hví er støðan vorðin soleiðis? freistast ein at spyrja. Er tað tí, at tað undirvísingarliga og námsfrøðiliga er betri at hava 26 næmingar í einum flokki? Neyvan, skrivar Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags.

- Sum tað so mangan er við lógum, eru tær orðaðar soleiðis, at tað er eitt sindur av lastiki í teimum, og tað er eisini galdandi fyri fólkaskúlalógina. Í brotinum, sum eg endurgav omanfyri, verður orðið “vanliga” brúkt. Tað er helst av góðum grundum, at tað orðið verður brúkt, tí óivað kunnu óvæntaðar umstøður viðhvørt hava við sær, at næmingatalið í eitt ávíst tíðarskeið fer upp um 24.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo