Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Nettoflytingin er minkað nakað og er nú á sama støði sum í 2017. Harafturímóti er burðaravlopið tað hægsta síðan 2003.

1. august búðu 53.567 fólk í Føroyum. Tað eru 790 fleiri enn somu tíð í fjør, og tað er ein vøkstur á 1,5%. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum.

Gongdin í fólkatalinum verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Ískoytið til fólkatalið síðsta árið stavar frá eini nettoflyting á 476 og einum burðaravlopi á 314.

Tilflytingin er minkað nakað seinastu trý árini, og tað sæst aftur í juli mánaða í ár. Juli er vanliga mánaðin, har tilflytingin er størst, men í ár er tilflytingin í juli tann lægsta síðan 2013. Fráflytingin minkaði nakað í fjør, og er nú byrjað at vaksa aftur. Hetta hevur við sær, at nettoflytingin er minkað nakað og nú er á sama støði sum í 2017.

Vøksturin í fólkatalinum heldur tó fram, tí vaksandi burðaravlopið vigar upp ímóti minkandi nettoflytingini. Burðaravlopið síðsta árið var 314, og so høgt hevur tað ikki verið fyri hetta tíðarskeiðið síðan 2003. Hesin vøkstur stavar mest frá føðitalinum, sum er vaksið spakuliga seinastu árini, meðan deyðatalið ikki er broytt tað stóra.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo