Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Fólkatalið í Føroyum heldur fram at vaksa. 1. november búðu 53.613 fólk í Føroyum. Tað er 810 fleiri enn somu tíð í fjør. Í prosentum svarar vøksturin til 1,5%.

Ein triðingur av vøkstrinum seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 268, og tveir triðingar koma av eini nettoflyting á 542.

Fólkatalið vaks mest í Streymoynni og Eysturoynni við ávikavist 1,8% og 1,9%. Samanlagt svarar tað til 84% av samlaða fólkavøkstrinum seinasta árið. Fólkatalið í hesum báðum oyggjum er samstundis tað hægsta, tað nakrantíð hevur verið. 

Afturgongdin í fólkatalinum var størst í Sandoynni, har fólkatalið minkaði við 22 fólkum ella 1,8% seinasta árið.

Meira kann lesast á hagstovan.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo