Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: 1. september búðu 53.498 fólk í Føroyum. Tað eru 854 fleiri enn somu tíð í fjør, og tað er ein vøkstur á 1,6%

Hetta er ein størri vøkstur enn undanfarna tíðarskeið, tá fólkatalið vaks við 731 fólkum ella 1,4%. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum.

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin síðsta árið kemur av eini nettoflyting á 551 og einum burðaravlopi á 303.

Bæði nettoflyting og burðaravlop eru størri nú í mun til undanfarna tíðarskeið. Tað kemur serliga av, at føðitalið var størri og fráflytingin var minni síðsta árið enn undanfarna tíðarskeið.

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa gongdina í tilflytingini og fráflytingini.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo