Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað gongur framvegis væl í Tórshavnar Kommunu. Fólkavøksturin er stórur, og seinasta árið frá januar í fjør til januar í ár vaks fólkatalið við 486 fólkum ella 2,3%. Sæð yvir eitt fimm ára tíðarskeið hevur fólkavøksturin verið 1.670 fólk ella 8,4%.

Fólkavøksturin er at fegnast um, og hetta økir í allar mátar um virksemið í kommununi, tó at hetta um somu tíð hevur við sær øktan eftirspurning og tørv á tænastum og útbygging av undirstøðukervinum, so sum bygningar og vegir.
 
Í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2020, ið býráðið nú fer at viðgera, eru inntøkurnar mettar at verða 1.064 miljónir krónur í mun til 1.004 miljónir í 2019, svarandi til ein vøkstur á 60 miljónir ella 6,0%.

Útreiðslurnar eru mettar til íalt 824 miljónir í mun til 779 miljónir síðsta ár. Vøksturin er 45 miljónir ella 5,9%.

Sáttmálabundin lønarvøkstur er framskrivaður við 2,5%.

Vaksandi íbúgvaratalið hevur við sær øktan tørv hjá bæði barnafamiljum og eldru borgarum í kommununi. Síðan 2017 eru útvegað umleið 140 dagstovnapláss og umleið 70 fyribilspláss.

Í fíggjarárinum 2020 verður roknað við samanlagt um 75 fleiri børnum í dagansing. Av hesum eru 106 fleiri børn í barnagarði og 20 fleiri í ungdómstilboði, meðan nøkur færri eru í frítíðarskúla. Til tess at nøkta tørvin á dagstovnaplássum verður Býlingshúsið vesturi á Flat útbygt við 4 stovum, svarandi til umleið 60 pláss aftrat.

Veittar verða enn fleiri tænastur á Heilsu- og umsorganarøkinum. Útbyggingin av Tjarnargarði sum demensdepil verður liðug komandi ár, og fer hetta at økja um talið á plássum. Gongd er sett á at byggja nýggjan umlættingar- og rehabiliteringsdepil, sum letur upp í komandi ári. Talan er um 28 nýggj umlættingarpláss og 7 nýggj búpláss.

Nýggjur kommunulækni er settur og nýggj høli eru fingin til vega uppi í Hoyvík. Talið á fulltíðarsettum kommunulæknum er økt úr 13 til 14.

Nýggi Musikkskúlin, sum er eitt megnar framstig fyri kommununa, er nú tikin í brúk, og skjótt verður eisini størsti fólkaskúlin í landinum, Skúlin á Fløtum, tikin í brúk. Í ávísan mun økir tað um raksturin, tá ið nýggir og fleiri fermetrar skulu røkjast.

Tænastan hjá Bussleiðini er enn einaferð uppraðfest, og nú hava borgararnir møguleika at nýta bussin hvønn dag í viku.

Fyri at tryggja, at vegakervið altíð er í besta standi, er skipað serstøk rakstrareind, hvørs høvuðsuppgáva er at viðlíkahalda vegakervið.

Hildið verður fram at talgilda fyrisiting og tænastur til borgaran í so stóran mun sum til ber, við atliti at, at tað er til fyrimuns fyri borgaran, tá ið hesin í størri mun avgreiðir viðurskifti við talgildum skipanum.

Raðfest hevur í góðu tíðunum verið at rinda niður skuld, og størsti parturin av skuldini hjá kommununi knýtir seg nú til stóru útbyggingina av Tórshavnar Havn, sum verður liðug komandi ár.

Íløgur

Í uppskotinum til fíggjarætlan 2020 verður skotið upp at gera íløgur fyri íalt 228 miljónir krónur. Hesar íløgur eru allar í stóran mun tengdar at sáttmálabundnum verkætlanum.

Bróðurparturin av íløgunum fer eins og fjør til byggingina av Skúlanum á Fløtum, sum verður klárur til skúlaársbyrjan 2020.

Týðandi íløguraðfestingar eru á eldraøkinum. Byrjað er at byggja umlættingar- og rehabiliteringsdepli í Hoyvík, og um- og útbyggingin av Tjarnargarði til demensdepil verður liðug komandi ár. Framhaldandi verður eisini sett av til útbygging av kirkjugørðum.

Afturat kommunalu íløgunum ger Tórshavnar Havn í 2019 íløgur fyri 65 miljónir í havnaútbyggingina.

Fíggjarætlanaruppskotið verður lagt fram í býráðnum nú hóskvøldið 26. september 2019, og fer síðani til politiska viðgerð í nevndunum. Uppskotið fær 1. og 2. viðgerð í býráðnum ávikavist 31. oktober og 21. november, og skal vera endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember.

Annika Olsen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo