Fiskurin, sum svimur í havinum, er fólksins ogn. Tað er lógarfest og nógv diskuterað. Men er bara fiskurinn í høvunum fólksins ogn?
Eiga vit ikki – sum fólk – allar tær ognir, sum vit gjøgnum okkara skatt millum ár og dag hava ognað okkum? Eiga vit ikki tinghúsið? Eiga vit ikki landsstýrisbygningarnar á Tinganesi? Eiga vit ikki sjúkrahúsini? Eiga vit ikki alt tað, sum tað almenna gjøgnum tíðirnar hevur gjørt og bygt fyri okkara pengar? Vegir , tunellir, brúgvar, skúlar, søvn og hvat veit eg?
Eiga vit ikki eisini fyrrverandi studentaskúlan í Hoydølum? Tað undrar meg mikið, at hesin staðurin stendur sum ein forlátin býarpartur og forfellur.
Eg ferðist javnan gjøgnum hendan partin av býnum og undrist. 6 ár av mínum lívi untist mær at ganga í skúla har. Fyrst í real – og síðan í studentaskúla. 6 fantastisk ár, har varandi vinarløg vórðu skapt.
Nú stendur hendan perlan og bíðar eftir, at onkur tekur seg saman og flytur inn. Fyri tíð síðan var ein hugskotskapping, fyri at vita, hvat hesir bygningar kundu brúkast til. Typisk politisk undanstøkking. Tak ikki avgerð, lat onkran annan taka avgerð.
So kann politikarin vaska hendur og siga: fólkið ræður. Akkurát sum Pilatus á sinni.
Sjálvandi vunnu tey, sum høvdu fagrastu orðini at bera fram.
LISA skuldi fáa innivist og Søvn Landsinds skuldu fáa innivist í teimum trimum bygningunum í Hoydølum.
Glasir við øllum sínum trupulleikum hevði nú yvirtikið næmingarnar.
Studentaskúlin í Hoydølum er til taks fyri tey, ið áttu vakrastu orðini.
Satt at siga so væntaði eg, at kreativa elitan, LISA patruljan, beinanvegin fór í gongd við øllum sínum kreativu evnum, tað veri seg við tekningum og góðum hugskotum, hamara og seymi, pensli, paletti og málingablikkum arbeiddu í einari hægri eind, fyri at náa felags máli.
Men eg sá bara tómar bygningar, ikki við ljósi og eldsálum innanveggja, men við himmalrópandi inaktiviteti.
Sum at ferðast framvið ella gjøgnum útdeyðan bý.
Um man væntar, at umsitingin í Søvnum Landsinds fer at renna eftir at sleppa burtur haðani tey eru nú, so má man vera meir enn almindiliga góðtrúgvin, tey sita á kanska mest eksklusivu adressu í landinum, nemliga á tí staðnum, sum fyri nøkrum árum síðan var í uppskoti at brúka sum onki minni enn løgmanssetur. Hvør tímur at flyta frá einari so góðari adressu?
So har kann man ikki vænta annað enn trekleika uttan so, at tey fáa ein stóran posa av peningi at flyta fyri.
Politiskt dølskni og undanstøkking er sjálvandi grundin til, at onki er hent í Hoydølum.
BZ rørsla
Í hesum tíðum, nú bústaðarneyðin er so stór sum hon er, kann tað væl ikki undra nakran, um ein “BZ” rørsla kyknar millum føroyingar, sum ikki hava tak yvir høvdið. At flyta inn í fólksins ogn í Hoydølum hevði fyri hesi verið ein sjálvfylgja. Har standa túsundavís av fermetrum, sum vegna politiskt dølskni og atgerðarloysi bara bíða eftir onkrum, sum tímur at flyta inn.
Tá ið tey eru flutt inn, er ongin av teimum sokallaðu ráðandi, sum veit, hvat skal gerast. Alt skal viðgerast av onkrum øðrum, og áðrenn nakar veit av, so hava tey innfluttu vunnið sær søgulig rættindi.
Jan Bendtsen
Hoyvík
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo