At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum virkandi býráðslimur var eg í samband við fólk, sum kendi seg vera fyri órætti í samskifti við Tórshavnar kommunu. Í hesum føri, útlutan av grundøkjum á Klingurstjørn.

Viðkomandi borgari kendi seg ikki fáa somu viðferð sum onnur, sum sluppu at skifta um grundøki sínámillum.

Uttan at eg skal koma inn á hvørt eg haldi tað vera rætt og rímuligt, at sleppa at skifta um, tá man í eini útlutan hevur fingið eitt ávíst grundøki, so verji eg ta síðuna av sakini sum sigur, at er onkur sloppin at skifta um, skulu onnur eisini sleppa.

Kommunan bar seg undan við, at tað var feriutíð, og at hetta skiftið var hent í gáloysni – í tí føri vit vístu á aðra umbýtissak, sum júst var av sama slagi, sum okkara noktaða.

Eins og onnur fordømi eisini vóru um umbýting av hesum slagi.

Í mínari verð røkkur henda grundgeving, hjá kommununi, ikki, tí talan er um avgreiðslu og málsviðgera hjá kommununi, sum hevur fleiri tíggjuára royndir, og gevur hetta okkum eina ábending um, at talan var um umbýting, sum var í samsvari við tað, sum hesi við diskin vóru von við, eitt nú frá øðrum útstykkingum.

Ótryggleikin hjá borgara um praksis og líkaviðferð varð eisini undirstrikaður við at støður tóktust ørkymlandi millum umsitingarlig avgreiðslufólk og fyrisitingarliga leiðara.

Málið bleiv politiskt. Sjálv atkvøddi eg saman við minnilutanum um, at skuldu vit arbeiða vegna fólkið og tryggja fólkinum javnbjóðis viðurskifti í kommuni, so átti hetta síðsta umbýtið eisini at kunna verða galdandi.

Niðurstøðuna hjá okkum/meirilutanum, sum stemmaði fyri hesum eigaraskifti – kærdi borgarstjóri til Kommunala Eftirlitið (KE).

--

Av tí at málið bleiv kært, fingu vit, Sambands-, Javnaðarflokkurin og Framsókn, hvør sín advokat á málið, og allir tríggir vardu teir okkara søk yvirfyri KE, sum eisini kom til ta niðurstøðu, at reglurnar í samband við umbýti ikki vóru nóg neyvar, ikki ítøkiligt niðurskrivaðar sum regla fyri fólkið og ikki haldgóðar í samb. við umbýti.

Eftir røttum átti KE at sent advokatunum úrskurðin til hoyringar, men ístaðin senda teir úrskurðin beinleiðis til kommununa, - umsiting og borgarstjóra, sum alt í einum taka avgerðina at ganga uttanum okkum og okkara ynski og luta umrødda grundøkið út aðrar vegir; við tí grundgeving, at KE nú eisini hevði noktað teimum at gjørt umbýtingar, orsakað manglandi fyrisitingarligar reglur og heimildir.

Hetta kom sera óvart á og eg spurdi uttanfyri standandi løgfrøðing, sum ikki áður hevði verið inni í málinum, um tað var soleiðis man arbeiddi saman við Eftirlitinum. Hann var púra ivaleysur.

At fáa átalu frá KE merkti ikki, at handlast skuldi ‘í morgin’, men at viðurskiftini skuldu tillagast og broytast til betri mannagongdir, í hesum føri, helst til komandi útstykkingar, soleiðis at skilja, at tann mannagongdin, sum hevði verið á Klingurstjørn, sjálvsagt mátti galda fyri tey á Klingurstjørn.

Og tann mannagongdin var, at viðurskiftini tóktust tilvildarlig, eisini ráðgevingin frá málsviðgerðum og at eigaraskifti høvdu verið av hesum slagi.

Men gjørt var gjørt, og tað vendist ikki aftur hjá okkara borgara í hesi atløgu. Grundøkið var farið.

Av tí at málið hevði tikið so drúgva tíð, og viðkomandi ikki hevði fingið eina niðurstøðu frá KE í brægi – var upprunaliga/fyrra grundøkið latið innaftur og annar fyribils bústaður fingin til vega.

Eisini hin borgarin, sum hevði umrødda grundøkið, var farin av útstykkingini.

Tíðin gongur og tað sum síðani hendi var, at tey grundøki, sum blivu eftir, og av ymsum orsøkum innafturkomin á Klingurstjørn, skuldu lutast út aftur, og viðkomandi (órættaði) borgari spyr um hann kann verða verandi á listanum og við í lutakasti, tá hesi síðstu nú verða útlutað.

Hann fær noktandi svar frá umsitingini.

Vit sendu skrivliga áheitan til borgarstjóran um at bera so í bandi, at hann fekk rættað uppá hesa sera keðiligu støðu, sum fyrrverandi grundøkjaeigarin var komin í, men vit fingu ikki nakað aftursvar, einki, deyðatøgn.

Tað vil siga, at tað sum táverandi meiriluti ynskti, íroknað Javnaðarflokkurin, ikki hevði somu dagsskrá nú tey sjálvi vóru komin til valdið, og at byråkratiska valdið vann á politiska viljanum, líkaviðferð og rættvísi hjá borgarum og sunnari fornuft.

Niðanfyri er teksturin frá Løgtingsins Umboðsmanni, sum, umframt KE, tá varð partur av málinum.

Umboðsmaðurin tók undir við avgerðini hjá kommunala eftirlitinum og staðfesti samstundis, at málsviðgerðin hjá Tórshavnar kommunu í sambandi við umsóknir um umbýti av grundstykkjum als ikki samsvaraði við tað, ið kann væntast av einum myndugleika í sambandi við málsviðgerð av fyrisitingarligum avgerðum, undir hesum at skjalføra allar viðkomandi upplýsingar. 

Sjálv haldi eg at almenningurin eigur at fáa innlit í slík viðurskifti, bæði sum generella vitan um hvussu borgarin hevur tað í tvístøðu við Tórshavnar kommunu, hvussu umboðsmaður og eftirlit koma til kort, hvussu flestu politikarar leggja seg upp at einari byråkratiskari umsiting og hvussu politiskur og persónligur integritetur, í fleiri føri, er ein mangulvøra.

Eins og eg við hesari grein vil tryggja mær, at eg umboði fólkið.

Bergun Kass,
fyrrverandi býráðslimur.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo