Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Janus á Húsagarði hevur framsýning í Spaniastovu allan juli.

Fernisering verður mikudagin 3. juli kl 17.

Framsýningin verður opin allar yrkadagar (uttan hósdag) og leygardagar fram til 3.august.

Um myndaevni
Talan er um eina fólksliga og barnavinarliga framsýning. Myndaevnini eru smáar løtur - ein kann vera heppin at síggja - úti í føroysku náttúruni, um ein hevur eyguni við sær: Tveir fiskar sum fáa eyga á hvønn annan ella ein fuglur, sum fortelur einum trølli eitthvørt. Myndirnar síggja ofta út sum um tær hoyra til eina søgu, men so er ikki. Søguna má ein sjálvur evna til.

Fjølbroyttur lsitamaður
Janus er 43 ár. Hann hevur teknað og málað síðani hann var smádrongur. Hann hevur áður havt framsýningar í Føroyum, Íslandi og Danmark.

Janus hevur teknað barnabøkur sum Mosamollis og Mosalisa, Veiða vind, Dunnungin pu, Tann klóka æðan, Drongurin sum gloymdi hvussu man spælir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo