Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

19 ára gamla Verphy Kudi viðgekk at hon var orsøkin til at dóttirin doyði í Brighton í desember 2019, tá ið hon møtti í rættinum í dag.

Tað skrivar løgreglan í Sussex í einum tíðindaskrivi. Ákæruvaldið góðtók svarið og verður nú bíða eftir dóminum sum fellur 28. mai.

Verphy Kudi var mamma til hálvtannað ára gomlu gentuna Asiah. Mamman fór frá dóttrini í seks dagar fyri at feira føðingardag sín.

Tann 20 mánaðar gamla Asiah var einsamøll í íbúðini har hon doyði í hungri. Sjúkrabilur kom eftir henni 11. desember 2019, men lítla gentan doyði áðrenn komið var til sjúkrahúsið. Obduksjónsrapportin vísti at hon doyði av vansorgan.

Løgreglan hevur kannað málið, og upplýsur at talan var um eitt mál sum vakti sterkar kenslur.

– Málið hevur elvt til mikla sorg í Verphy og familjuni hjá Asiah, sigur politiinspektørurin, Andy Wolstenholme, í tíðindaskrivinum sambært TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo