Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Myndugleikarnir á kendu og væl umtóktu griksku frítíðaroynni Mykonos hava tikið tað óvanliga stigið at banna øllum tónleiki á matstovum, handlum, barrum og líknandi støð, og tað verður gjørt til tess at halda korona smittuni niðri, skriva fleiri miðlar.

Hugskotið er, at um ongin tónleikur er sum kann forða fyri at fólk hoyra hvat verður sagt, so er eisini lættari at halda frástøðu.

Á Mykonos búgva eini 10.000 fólk, men har vitja yvir ein millión ferðafólk hvørt ár. Í seinastuni er talið á smittaðum vaksið sera nógv á oynni.

Umframt at banna tónleiki er heldur ikki loyvt at ganga úti ímillum klokkan eitt um náttina og seks á morgni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo