Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrispurningur umat forða útlendingumatkeypa fastogn í Føroyum, settur løgmanni, Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS §52 a)

1. Hevur løgmaðurætlanir um at forða útlendingum at keypa fastogn í Føroyum?

2. Um so er, nær kunnu vit so vænta, at ásetingar, sum forða hesum, verða settar í verk?

Viðmerkingar
Í løtuni er eingin áseting, sum forðar útlendingum at uppkeypa fastogn í Føroyum.

Tí er í veruleikanum møguligt hjá stórum útlendskum fyritøkum ella múgvandi einstaklingum at keypa stór jarðarstykkir ella til dømis meginpartin av húsunum í lítlari bygd ella oyggj.

Føroyska landøkið við 18 oyggjum er sera avmarkað í stødd við smáum bygdum og býum, og avleiðingarnar av útlendskum uppkeypi kunnutí verða størri her enn aðrastaðni.

Tí kann vera neyðugt at hava greiðar reglur fyri, í hvønn mun útlendingar, uttan tilknýti til Føroyar, kunnu keypa hús og jørð í Føroyum.

Onnur lond hava ásetingar um avmarkingar hjá útlendingum at keypa jørð, bústaðir ella summarbústaðir. Sum dømi kann nevnast, at Danmark hevur reglur fyri summarbústaðir.

Í Álandi er sonevndi “Hembyggdsratt”, har bert fólk, ið hava bústað ella hava búð í ávíst tíðarskeið í Álandi, hava rætt at keypa jørð, bústað og fastogn.

Í mars mánaði legði Tjóðveldi eitt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið um at forða fyri, at útlendingar kunnu keypa jørð og bústaðir í Føroyum.

Í tí sambandi fekk Vinnunevndin upplýst frá ognarmeklara, at í onkrari bygd í Føroyum hava útlendingar keypt fleiri hús, og at áhugin frá útlendingum sum heild er stórur.

Uppskotið til samtyktar varð felt, hóast løgmaður stutt frammanundan hevði boðað frá, at hann tók málið í álvara, og at hann fór at taka stig til politiska viðgerð av málinum.1

Eisini vísti løgmaður á málið í løglistanum til ólavsøkurøðuna.

Men enn er landsstýrið ikki komið við nøkrum uppskoti, sum forðar útlendingum at uppkeypa fastognir í Føroyum, og tá ferðavinnan aftur blómar, kann tað hugsast, at eftirspurningurin hjá útlendingum eftir frítíðarhúsum aftur verður vaksandi.

Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

Á Løgtingi, 26. novembur2020
Jóhannis Joensen

1https://kvf.fo/netvarp/uv/2020/01/22/lgmaur-eiga-vigera-tlendsk-hsakeyp

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo