Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlin við Løgmannabreyt: Foreldraskúli hevur ikki verið vanligur í Føroyum, men í ár er Skúlin við Løgmannabreyt farin undir foreldraskúla.

Foreldur at næmingum í 1. flokki eru tey fyrstu, ið fáa tilboðið um foreldraskúla.

Hóskvøldið 26. august var kunnað um foreldraskúlan, og fyrsta evnið umrøtt.

Av tí at skúlin leggur stóran dent á lesing, fingu børnini hvør sína bók um Herviliga Henry, sum Bókadeildin lat.

- Endamálið við foreldraskúlanum, er at knýta foreldur og lærarar tættari at hvør øðrum, soleiðis at barnið fær optimalar umstøður at trívast í, og á henda hátt fær eina góða skúlagongd. Foreldrini hittast 4 ferðir um árið og er møtiskylda, soleiðis at øll børn hava sama útgangsstøði.

- Umframt at læra hvønn annan at kenna, vera áhugaverdir fyrilestrar á skrá, har foreldur fáa innlit í, hvussu tey best stuðla barninum í skúlagongdini, eins og læring og menning í síni heild verða umrødd, sigur skúlin á síni heimasíðu. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo