Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Foreldrini hjá 15 ára gamla dronginum sum týsdagin skeyt frá hond í einum skúla í býnum Oxford í statinum Michigan og harvið drap fýra fólk og særdi enn fleiri, verða eisini skuldsett.

Tað hevur almenni ákærin boðað frá, eftir at tað er komið fram, at foreldrini keyptu soninum skambyrsuna, hann brúkti, stutt áðrenn hendingina.

Eisini er tað komið fram, at drongurin vísti fleiri tekin til at vera sálarliga sjúkur, og segði og skrivaði ymiskt sum kundi bent á, hvat fór at henda, stutt áðrenn sjálva hendingina.

Sjálvan dagin, tá skottilburðurin fór fram, høvdu tey verið á fundi í skúlanum, sum vildi hava tey at syrgja fyri, at drongurin fekk professionella hjálp alt fyri eitt. Men tí noktaðu tey fyri.

Men foreldrini lótu sum luft, sigur ákærin, sum ætlar at tey skulu ákærast fyri óviljað manndráp.

Foreldrini vóru fyrst eftirlýst, tí tey vóru ongastaðni at finna. Men í nátt vórðu tey funnin í eini handilsmiðstøð, har tey høvdu krógvað seg.

Tað er sera sjaldsamt, at slíkar hendingar eisini føra til, at foreldrini verða rættarsøkt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo