Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Nakrir dagstovnar í Tórshavnar kommunu vanta starvsfólk og hava tí skert virksemið. Hóast korona er farið framvið, er starvsfólkatrot orsøk til, at foreldur ikki hava fult tilboð frá teirra avvarðandi dagstovni.

Starvsfólkatrot er alsamt størri avbjóðing fyri dagstovnaøkið. Í nøkrum førum verður dagurin hjá børnunum styttur, ella tey eru heima ávísar dagar. Málið hevur verið til viðgerðar í dag, og semja er um eina afturgjaldsskipan.

- Tá kommunan sostatt ikki veitir fulla tænastu, er avgjørt, at frá 1. mars 2022 verður foreldragjaldið afturgoldið í lutfalli við longdina av skerda virkseminum, siga Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini í stuttari viðmerking.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo