Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Líka síðani 1906 hava vit havt minst tvey sløg av landsmonnum: 

Vanligar føroyingar og forføringar!

Tann eini parturin, sum fyrst í 1900-talinum mest varð umboðaður av Oliver Effersøe og seinni Andrass Samuelsen vóru rættiliga konservativir, men sera heiðurligir menn, sum ongantíð lótu seg taka heilt av fótum av ógvisligum rakstrar-rópum.

Teir yptu oftast øksl móti "frelstum" forførarum, sum søgdu seg næstan kunna ganga á sjónum.

Tann mest hysteriski forføringurin var avgjørt Jóannes, bóndi í Kirkjubø, sum leið av so fanatiskari paranoia mótvegis øllum donskum, at meginparturin av føroyingum ikki vildu elta hann. 

Men nógvir eltu, og teir gingu ofta viljaleyst í blindari takt aftaná  tí feudala Kirkjubíggjar-bóndanum, sum kámaði teimum útsýnið og fekk teir at leita maniskt eftir "donskum trøllum" á alljósum degi í hvørjum króki.

Hetta skisma hevur forpestað føroyskan politikk í 120 ár, sjálvt um Javnaðarflokkurin, sum bleiv stovnaður í 1925 royndi at kvitta við bæði teir sáttligu, men for rektioneru  afturhaldsmenninar og teir paranoidu forføringarnar.

Í dag síggja vit forføringar í klassiskum stíli royna at forpesta viðurskiftini móti Danmark við hjálp av eini radarstøð, sum forføringarnir Erlendur P. og Karsten Hoydal vildu hava beinda av landinum.

Forføringar vildu ikki vita av Nato.

Men nú vilja forføringar avreiða Føroyar til Nato.

Teirra einfalda mantra er, at Danmark, sum tað óndasta og mest ræðuliga "imperialistiska" land í verðini bara vil okkum alt ónt, og harafturat snýta og plyndra okkum.

Samstundis eru forføringarnir ivaleysir í, at England, USA, Rusland og kanska eisini Kina, sum annars øll eru søguliga tiltikin fyri brutala imperialismu, bara vilja "hjálpa" okkum  "móti" Danmark, har sum "allur óndskapur er koncentreraður."

Hetta primitiva evangelium verður ikki beinleidis prædikað, men smásmuglað inn í debattina við alskyns illgitingum og mistonkilig-gerilsi.

Danmark vil okkum einki gott!

Tað er teirra einasta heilt fasta punkt.  

Ótrúligt, at vit millum øll verðsins lond akkurát hava funnið saman við tí mest kyniska og "kúgandi" imperialistveldi, síðani tað forna Rómararíkið.

Men forføroyingar eru skammleysir opportunistar, tá ið krevst. 

Bara tað gagnar propagandistiskari útspilling av Danmark.  

Teir skifta ofta meiningar við 180 gradum og argumentera  ad hoc, alt eftir, hvat mest gagnar eini "søgu", sum kann dæmonisera Danmark og danskarar.

Tá ið Erlendur Patursson var fremsti forføringur og líka til Purkhús-veldið, var Nato størsti tyranniski vandi, (burtursæð frá Danmark sjálvandi) og tann mest herviliga politiska pest í Europa, sum vit ikki skuldu hava nakað við at gera ella nakrantíð samráðast  við.

Nato skuldi av landinum og radarin tveitast í havið. Danmark var jú í Nato, so vit skuldu burturúr militersamgonguni, líka sum Finland, bleiv  sagt og brølað um geilar..

Hetta var eisini sjónarmiði hjá harra Høgna Hoydal, líka til Berlinmúrurin datt í 1989, men síðani tá hevur hann eisini spakuliga sum leiðandi forføringur klára at venda sær heilt á ta propagandistisku ranguna, og er, eftir hvat hann nú sjálvur fortelur, farin at fríggja dúgliga til Nato, m.a. á einum sera diskretum "ástarfundi" í Reykjavík fyri gott tjúgu árum síðani. 

Natomenn vita bara ikki av hansara stevnumøti, frígging og forelskilsi í teimum. Og tey hjástøddu krónvitnini til fríggingina, minnast einki um hálsfevningina.

FRAMIN & FJÚRTANDI KRAVDU NATO AV LANDINUM MED ALLA
Tað er eitt fantastiskt opportunistiskt bragd, at man kann smáfríggja við teimum somu "brotsmonnum", sum  Framin og "forførara-doktrinin" annars fortaldi, at ein forføringur  ALDRIN kundi hava nakað við at gera, tí teir vóru Europas allarfúlasta og mest kúgandi imperialistiska amboð.

Hetta skiftið er tann størsta politiska kúvending í føroyskum politikki nakrantíð!

Men forføringar við HH á odda eru nú skammleysir í ferð við at leggja seg fram eftir rommum fyri Nato, bara tað kann vera uttan um Danmark, og hvis teir fáa nøkur oyru afturfyri.. 

Hvar er nú tann lívsfarliga Nato-samgongan, sum vit skuldu skýggja, sum tað størstu pest?

Nú "líta" forføringar, sum bláoygdir veðurhanar meira á grádig egocentrisk stórveldi enn tað mentaða og demokratiska Danmark. 

Tað stórpolitiska rovdjórið, USA, sum við vápnamegi, uttan nakra ávaring ella debatt plagar at herseta lond, firnast naivir forføringar slett ikki.

England, sum málsliga og kulturelt hevur dripið fleiri natiónir, líka frá Irlandi til Hetlands, ræðast forføringar heldur ikki.   

Fyri ikki at nevna Rusland, sum javnliga setir seg á sínar grannar.

Og so endiliga  tað sáttliga Huawei-Kina, sum forførir HongKong í løtuni.

Øllum hesum londum hava forføringar álit á, men teir smoyggja tey mest ráu motiv niður yvir Danmark, sum bara lúrir ella pønsar uppá at gera okkum alt ilt.

So primitivt er tað evangelium, sum forføringar "trúgva" uppá og  kyniskt vilja forføra sakleysar føroyingar við, - serliga tey politiskt labilu.

Í komandi mánaðum fara vit at síggja teir heilavaskaðu disciplarnar hjá Høgna Hoydal  fara út um landið við tí ný-revideraða manipulerandi Nato-boðskapinum, sum skal forføra  fólk til eina ferð  enn til  at halda, at Danmark er okkara einasti fíggindi.

Øll onnur plyndrandi stórveldi vilja okkum bara alt gott, og vit kunnu mjólka hópin av pengum burturúr hesum "humanistisku" filantropisku  stórveldum.

Men  man tað lukkast forføringum at lokka skilagóðar og upplýstar føroyingar við so absurdum logikki, har fyrrverandi útskeldaði meginfíggindin, Nato knappliga skal seljast Føroyum, uttanum demokratiskt og danskt eftirlit?

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo