Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Sunda kommuna: Í oktobur 2020 varð nýggi, stásiligi Skúlin við Streymin vígdur og tikin í nýtslu. Skúlin er listprýddur av list hjá Astri Luihn. Listabólkurin í Sunda kommunu gevur nú út bók um listina.

Listaverkið hjá Astri Luihn lýsir søgur úr Sjúrðarkvæðunum, ið Jógvan kalsmaður frá Norðskála var heimildarmaður til í 1812, og ævintýrið Trøllið á Fjallinum frá Gjógv. Støddfrøðin er vovin inn í listaverkið sum mynstur, frymlar og geometriskir figurar og formar; eitt nú Gylti snyrilin ella Fibonacci-snyrilin, Pythagoras, ferrótssnyrilin ella snyrilin hjá Theodorus og snyrilin hjá Harris um fraktalar. 

Eisini eru avmyndaðir figurar av íðkandi ítróttafólki, ið kann geva íblástur og stimbra áhugan hjá næmingunum fyri ítrótti og rørslu, ið er týdningarmikið bæði fyri likam og sál og stuðlar undir læring.

Bókin er 198 síður skrivað á føroyskum, donskum og enskum.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo